Online “Bøn og prát” hóskvøldið 23. mars 2017

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 23. mars 2017

Gestur er Andreas Anderasen, búsitandi á Glyvrum, føddur og uppvaksin í Klaksvík, miðlingur av fimm systkjum og uppvaksin hjá gubba(abbabeiggja) og gummu síni. Ættarbond í Sandoy, Skúvoy og Klaksvík og hevur altíð havt góð sambond við sína biologisku familju. Giftur Kirstin og hava tey trý børn saman. Greiðir frá uppvøkstri, barna- og ungdómsárum í Klaksvík og Skopun. Um seg sjálvan sum persón, fór í læru, síðani til Danmarkar at lesa til verkfrøðing. Fortelur hvussu Jesus kom inn í hansara lív, sum hevur havt allan týdningin í lívinum. Um ein góðan vinmann, ið brádliga varð tikin burtur o.a. Fóru sum familja til Grønlands í tænastu fyri Harran, innan Sjómansmissiónina, sum leiðarapar á Sjómansheiminum í Sisimiut/Holstensborg. Vóru trý ár í tænastu og átta ár tilsamans, har vit hoyra um upplivingar og dramatiskar hendingar. Vit hoyra eisini hvussu tað var at koma aftur og at vera í Føroyum, m.a. sum partur av arbeiðinum í Missiónshúsinum á Glyvrum, um Grønlands-toymi v.m.

Vertur: Annfinn Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking