Á Bylgjulongd hósdagin 23. mars 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 23. mars 2017

Vit hava vitjan av Jákup E. Petersen, gudfrøði lesandi í Keypmannahavn. Vit hoyra m.a. um uppvøkstur og um hvussu gudfrøðilesnaðurin er skipaður. Jákup er í Føroyum og kunnar um Dansk Bibel-Institut (DBI) og teir ymisku møguleikarnar at taka útbúgving á DBI. Meira kunning: Dansk Bibel-Institut. Eisini verður tosa um føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni, ið nú heldur til í LM-kirken Amager, Kirkegårdsvej 21, 2300 København S. Meira kunning á facebook-síðuni: Føroyska arbeiði í Eliaskirkjuni ella skriva til: Teldupost: eliaskirkjan@gmail.dk. Vertirnir Malan og Albin tosa eitt sindur um møtini við Hans Berntsen, ið vóru 17.-21. mars og um Ársmøti 2017, sum verður í Nesvík 24. og 25. mars. Sí skrá her

Vertur: Malan K. Olsen og Albin Johannesen. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking