Á Bylgjulongd mikudagin 22. mars 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 22. mars 2017

Fyrra tíman eru Jónhild og Samuel Dunya gestir. Tey greiða frá trúboðanararbeiðinum í Ghana, m.a. um bíbliuskúlan, arbeiðið at planta samkomur og um at útvega vatn í ymiskum bygdum v.m. Tørvurin sum heild er stórur, men kenna tey serliga fyri tíðina, at brúk er fyri stuðli hjá teimum sum familja. Til ber at stuðla teimum og arbeiðinum á konto í BankNordik: 6460 – 476.284.5. Eisini ber til at kunna seg um arbeiðið á facebook: Vision Ghana – Missión og Hjálpararbeiði. Tey eru á facebook: Jonhild Dunya og Samuel Anthony Kofi Dunya. Seinna tíman er samtalan við Poul Færø, um hvussu vit kenna Gud og á hvønn hátt Gud fer við okkum í dagliga lívinum. Um týdningin av at okkara lívsháttur er soleiðis, ið Gud vil hava hann at vera, okkum og øðrum menniskjum til gagns.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking