Á Bylgjulongd mikudagin 1. mars 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 1. mars 2017

Dánial lesur úr Jóh. 6, um Jesus, ið mettar 5000 og um Jesus, sum gongur á vatninum. Jesus roynir Filip, tvs. okkum í umstøðum vit ikki megna. Men, Jesus hevur loysnina, vers 6: “….tí Hann vitsti sjálvur, hvat Hann fór at gera. ” Eisini Jóh. 6, 45: “….“Tey skulu øll verða lærd av Gudi.” Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín.” Poul Færø tekur afturíaftur sama evni, har sami tanki í Jóh. 6 er um broytingina, frá at liva í holdinum til at liva í Andanum. Eydnast tað Honum at broyta okkum eftir sínari mynd, er tað uttan okkara viðraking. Áðrenn broytingina eru vit upptikin av hvat vit sjálvi eru; men aftaná gloyma vit hvat vit eru, tí tá er tað Hann, ið virkar í okkum og tá hava vit einki at gera burturúr okkum sjálvum.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking