Monthly Archives: mars 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. mars 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. mars 2017

Fyrst tosa vit við Bergur Debes Joensen og hoyra um vitjanina hjá Ole Magnus Olafsrud, Norge, sum verður í døgunum 5.-10. apríl. Hann verður gestur hjá Podas og Kirkjuligu Heimamissiónini. Á skránni eru fyrilestrar, evnisdagar o.a. bæði sum almen tiltøk og fyri innboðin. Sí skrá her. Síðani tosa vit við Charlottu á Váli Olsen um Barnahjálpina, ið hevur 10 ár á baki og verður hetta hátíðarhildið leygar- og sunnudagin 1. og 2. apríl, við konsertum og loppumarknaði í Perluni og á Perlutorginum í Vágsbotni. Meira kunning sæst á: www.barnahjalp.fo og facebook: Føroyska barnahjálpin – fyrr ABC. Eisini vitjar Joanita Zachariassen og maðurin Dánjal Zachariassen, har tey framføra “live” saman við  tónleikarum, samstundis sum tey greiða frá trimum Gospel & soul konsertum, hon fer at hava í Føroyum. Til seinast greiðir Heini Lutzen frá einum tiltakið í Østrøm, í kvøld kl. 21:00, har tosa verður um Himmalin, ævinleikan og aðrar andaliga sannleikar, har øll eru vælkomin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 30. mars 2017

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 30. mars 2017

Eitt undur í Hoyvík ! – Lívið var vorðið vónleyst, tá vendu tey sær til Kelduna við tí livandi vatninum og alt broyttist. Hoyr Terja Jacobsen siga frá undrunum hann og konan upplivdu fyri tveimum vikum síðani. Vertur: Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 29. mars 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 29. mars 2017

Dánial lesur úr Jóh. 1 og Heb. 2, vers 9 og 14 til 18; og hugleiðir um Jesus, sum kom til okkara kor og mátti blíva menniskja, doyggja og rísa uppaftur, fyri at vit kundu fáa heiður okkara aftur og virðileika, at kunna kallast børn Guds. Samtalan við Poul Færø heldur fram um at vera… Les meira

“Nýggj byrjan” týskvøldið 28. mars 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 28. mars 2017

Gestur er Svein í Prestgarði úr Hvalba. Hoyr Svein greiða frá sterkum upplivingum og ríkum løtum seinastu tíðina, har Harrin hevur lívgað og signað menniskju á serligan hátt, har tey veruliga hava fingið eina nýggja byrjan.. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 28. mars 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 28. mars 2017

Fyrst hava vit vitjan av Høgna Johannesen, har tosa verður um bøn – hví og hvussu vit skulu biðja. Samrøðan er tvinna saman við dømi úr umstøðum hjá teimum sum familja. Síðani hava vit eitt prát við Shino og Hallur Mortensen, ið eru á veg til Japan, har tey fara at virka sum trúboðarar. Vertur:… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 27. mars 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 27. mars 2017

Fyrst hava vit vitjan av Vónbjørt Thomassen og Lillian Poulsen og hoyra um felags-barnamøtir, sum verða í Ebenezer í vikuskiftinum 31. mars til 2. apríl 2017, undir heitinum: “Hoyrir Gud meg”. Á skránni er m.a.: Sangur, Søga, Sjónleikur og Barnakór. Barnamøtini eru fríggjadagin kl. 17:00; leygardagin kl. 17:00 og sunnudagin kl. 18:00. Síðani verður práta… Les meira

A Bylgjulongd fríggjadagin 24. mars 2017

A Bylgjulongd fríggjadagin 24. mars 2017

Fyrst tosa vit við Øssur Kjølbro, aðalskrivara hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, um Ársmøtið 2017 í Leguhúsinum í Nesvík, við yvirskiftini: “Tí at so elskaði Gud heimin!”. Skráin sæst á: mission.fo. Síðani hava vit vitjan av tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark, eisini kallaðar “The Purple Hulls”. Vit hoyra live tónleik frá teimum í sendingini. Saman við teimum… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 23. mars 2017

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 23. mars 2017

Gestur er Andreas Anderasen, búsitandi á Glyvrum, føddur og uppvaksin í Klaksvík, miðlingur av fimm systkjum og uppvaksin hjá gubba(abbabeiggja) og gummu síni. Ættarbond í Sandoy, Skúvoy og Klaksvík og hevur altíð havt góð sambond við sína biologisku familju. Giftur Kirstin og hava tey trý børn saman. Greiðir frá uppvøkstri, barna- og ungdómsárum í Klaksvík… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 23. mars 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 23. mars 2017

Vit hava vitjan av Jákup E. Petersen, gudfrøði lesandi í Keypmannahavn. Vit hoyra m.a. um uppvøkstur og um hvussu gudfrøðilesnaðurin er skipaður. Jákup er í Føroyum og kunnar um Dansk Bibel-Institut (DBI) og teir ymisku møguleikarnar at taka útbúgving á DBI. Meira kunning: Dansk Bibel-Institut. Eisini verður tosa um føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni, ið nú… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 22. mars 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 22. mars 2017

Fyrra tíman eru Jónhild og Samuel Dunya gestir. Tey greiða frá trúboðanararbeiðinum í Ghana, m.a. um bíbliuskúlan, arbeiðið at planta samkomur og um at útvega vatn í ymiskum bygdum v.m. Tørvurin sum heild er stórur, men kenna tey serliga fyri tíðina, at brúk er fyri stuðli hjá teimum sum familja. Til ber at stuðla teimum… Les meira