Monthly Archives: februar 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 14. feb. 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 14. feb. 2017

Gestur er Óli Steinberg, Hoyr Óla greiða frá lívsleiðini, m.a. um avgerðina, ið hevur havt stórsta týdningin í lívinum – og kallinum at fara úr tryggum umstøðum í Klaksvík, umvegis USA (í venjingarskúla) til Grønlands við evangelinum – í fulltíðar tænastu fyri Harran. Sigur eisini frá tænastuni hjá missiónsskipinum Juvel II, sum í summar, eftir… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Fyrri gesturin er Mari í Løðuni og hoyra vit um eitt ráðgevingarskeið, ið nevnist ”Hjartapína” – har Bíblian verður nýtt sum grundarlag at læra, hvussu ein kann fáa hjálp og grøðing til sálarsár, veri tað sorg, trupulleikar av ymiskum slag, árin av kynsligum ágangi o.ø. Undirvísing verður aftaná vanliga arbeiðstíð; 15 tímar tilsamans. Luttøkugjald kr.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Fyrst hoyra vit Regin Guttesen, um eitt átak, sum nevnist UnshakenHope, ið varpar ljós á, upplýsir og samlar pening til neyðstødd í mið-Italia, orsaka av jarðskjálvta og skalvalopi. Til ber at stuðla átakinum við bankaflyting til: UniCredit Banca IBAN: IT11J0200837070000010752465 BIC/SWIFT: UNCRITM1NU4 og viðmerkja á flyting: UNSHAKEN HOPE, ella við at flyta gjøgnum PayPal trýst… Les meira

“Á veg heim” fríggjadagin 10. feb. 2017

“Á veg heim” fríggjadagin 10. feb. 2017

Evni hesaferð er: Náði. Í sendingini hevur verturin Preben Hansen vitjan av Jóhan Petur Johannesen, at umrøða náði Guds. Vertur: Preben Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. feb. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. feb. 2017

Fyrst hava vit vitjan av Eyðun Jacobsen og hoyra um konsertina, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark úr USA, eisini kallaðar “The Purple Hulls”. Konsertin verður sunnukvøldið 26. mars kl. 20:00, í Kelduni, Skálafirði. Atgongumerki fáast frá kl. 19:00 sama kvøld og kosta kr. 150,00. Síðani hava vit vitjan frá Grejsdalens Efterskole, ið liggur beint… Les meira

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Ferðaskráin hjá Juvel II – summar 2017

Kelda: Betesda.fo Um Harrin vil og Jesus bíðar við at koma, so verður hetta ferðasskráin hjá Juvel II í summar: 01. juni – fara av Klaksvík 08. juni – Nuuk 21. juni – Sisimiut 06. juli – Asiaat 18. juli – Ililissat 19. juli – Uummannaq økið 05. aug – Ililissat 08. aug – Nuuk… Les meira

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

PAROLA 2017 frá 3. til 11. juli.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 8. feb. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 8. feb. 2017

Dánial hugleiðir um “TILKNÝTI”, tað at vera knýttur at. Leggur dent á tilknýti til Gud, ið hevur størri týdning, enn nakað annað her í lívinum. Skfiftbrot: Ef. 4, 11-16; Jóh. 17, 18-24; Kol. 1, 27 og 2, 1-3. Samtalan við Poul Færø heldur fram um tað sama; tó lýst í ljósinum av Rutt’s bók, har… Les meira

“Nýggj byrjan” týskvøldið 7. feb. 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 7. feb. 2017

Gestur er Páll Dam Hansen, ið er ættaður úr Klaksvík. Við familju býr hann í Oure, nærhendis Svendborg í Danmark. Hoyr Páll greiða frá uppvøkstri; lestrartíðini í Odense; tíðini við missiónsskipunum M/V Doulos, m.a. um umleggingina av streym skipanini umborð, ið varð gjørd í Cape Town, Suðurafrika o.a. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 7. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 7. feb. 2017

Tátturin “Heilsuhornið” er á skránni, har vit hava vitjan av Jansy Gaardlykke frá Krabbameins- felagnum. Jansy greiður frá ymiskum tiltøkum, sum eru og fara at verða komandi tíðina, m.a. eitt kvøld í Body Shop; Team Rynkeby Galla kvøld og Grannakaffi. Meira sæst á heimasíðuni: www.krabbamein.fo. Síðani er Lillian Sjúrðardóttir gestur. Hon greiður m.a. frá hvussu… Les meira