Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Fyrra hálva tíman hava vit vitjan av Búgva V. Olsen. Búgvi flutti til Føroyar, eftir at hava búð í Svøríki í nærum 10 ár, har hann hevur verið ein av ungdómsleiðarunum í størstu samkomu í Skandinavia, “Livets Ord”. Nú er Búgvi fulltíðarsettur í samkomuni Keldan, Skálafirði, har hann arbeiður sum hjálparpastorur. Eisini greiður Búgvi frá eini Páskastevnu, ið verður í Kelduni 13.-17. apríl. Seinna hálva tíman er Símun Hansen í studio, ið greiðir frá einum Teenstreet tiltaki, ið verður í Bylgjuni 24.-26. februar. Eisini ringja vit til Josh og Debs, ið eru fyriskiparar av Teenstreet í Týsklandi.

Vertir: Maria Petersen, Ari Olsen og Heðin Nielsen. Teknikari: Hans Terje Vestergaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking