Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. feb. 2017

Fyrri gesturin er Mari í Løðuni og hoyra vit um eitt ráðgevingarskeið, ið nevnist ”Hjartapína” – har Bíblian verður nýtt sum grundarlag at læra, hvussu ein kann fáa hjálp og grøðing til sálarsár, veri tað sorg, trupulleikar av ymiskum slag, árin av kynsligum ágangi o.ø. Undirvísing verður aftaná vanliga arbeiðstíð; 15 tímar tilsamans. Luttøkugjald kr. 1.200. Nærri kunning og tilmelding hjá: Mari í Løðuni, tlf. 264774, aftaná kl. 16.00, t-post: marifp_81@hotmail.com ella Elin Neshamar, tlf. 280104, t-post: elin-n-89@hotmail.com. Eisini á facebook: Hjartapína-Lívdin, 29. mars – 2. apr. og Hjartapína-Betesda, 5. apr. – 9. apr.
Seinni gesturin er Inge Lise Lollike, ið greiður frá altjóða kvinnubønardegnum, sum verður hildin fríggjadagin 3. mars – og sum eisini verður hildin í Føroyum á hesum støðum: Mariukirkjan, Tórshavn, kl. 19:30, Í Meinigheitshúsinum í Vági, kl. 19:30 og í Christianskirkjuni, Klaksvík, kl. 20:00. Fokus og bøn í ár verður fyri Filipsoyggjunum. Lisið verður úr Matt.kap. 20, 1-16. Allar kvinnur eru vælkomnar til hesi tiltøk.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking