Ole Magnus Olafsrud í Føroyum 5.-10. apríl 2017

Ole Magnus Olafsrud í Føroyum 5.-10. apríl 2017

Tíðindi: Trúboðin
Tað er ein kønur og dugnaligur undirvísari, sum vitjar í Føroyum í døgunum 5.-10. apríl. Norðmaðurin Ole Magnus Olafsrud verður gestur hjá Podas og Kirkjuligu Heimamissiónini. Á skránni eru almennir fyrilestrar, evnisdagar, undirvísing fyri Podas-næmingar og starvsfólk hjá Heimamissiónini og annað.

Ole Magnus Olafsrud hevur í mong ár verið virkin í altjóða felagsskapinum “Navigatørarnir”, sum virkar fyri missión í meira enn 100 londum, millum annað við at gera starvsfólk út til tænastu. Sjálvur hevur Ole Magnus drúgvar royndir við ráðgeving, sálarrøkt og skeiðsleiðslu. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um relatiónir millum menniskju, bæði í familju, nærumhvørvi og meinigheitslívi. Fleiri av hesum bókum eru nógv seldar í Føroyum, so sum “Sammen i kærlighed” (samtalubók um hjúnalagið), “Der hvor du er” (um evangelisering) og “Medvandring” (fylgiskapur). Ole Magnus er eisini virkin í heimsfevnandi missiónsrørsluni Lausanne.

Ein fjølbroytt skrá verður løgd fyri ferðina í Føroyum, og endaliga skráin verður almenn í næstum. Fleiri av kvøldunum verða almennir fyrilestrar í Vesturkirkjuni, men tiltøk verða eisini aðrastaðni. Evnini snúgva seg bæði um heimsmissión, um at gera lærusveinar, um at fylgjast við øðrum kristnum (“medvandring”) og um eitt gott hjúnalag. Eisini verður evnisdagur fyri starvsfólkini hjá Heimamissiónini, umframt at ætlanin er at hava eitt dagsskeið um hjúnalagið.

Tiltøkini verða ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til útreiðslurnar av vitjanini.

Skriva viðmerking