Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Evangeliserings- og bíbliuferð til oynna BØMLO í Noregi við “JUVEL II” 24. apríl til 10. mai 2017

Kelda: Atlantic mission

Seinastu seks árini – síðani 2011 – hava evangeliseringsferðir verðið gjørdar við “JUVEL II” til grannalond okkara fyri sunnan og fyri norðan.

Í ár er avgerð tikin at fara til Noregs við bátinum. Vitjað verður á oynni Bømlo, sum liggur eitt sindur sunnan fyri Bergen. Ætlanin er, at Juvel II skal liggja í trimum støðum á oynni hesar dagarnar: Í Langevåg fyri sunnan 27.-30. apríl, í Urangsvågen fyri norðan 1.-4. mai og í Moster fyri eystan 5.-7. mai. Hesar dagarnar er ætlanin at hava barnamøti, ungdómsmøti, útimøti og evangelisk møti í 8-10 ymsum støðum á oynni. Høvuðsendamálið við hesum ferðum er at bera evangeliið til børn, ung og vaksin. Í ár er ætlanin eisini at hava bíbliutímar umborð fyri teimum, sum eru við í ferðini.

Brúk er fyri:
Skipara
Stýrimanni
Tveimum maskinmonnum
Tveimum dekkarum
Kokki

Tey, sum hava møguleika og kenna seg kallaðan til hesa tænastu, kunnu seta seg í samband við Jógvan Páll Sevdal, tlf. 221298.

Umframt manning og onnur, sum sigla við Juvel II til og frá Noregi, er eisini ætlanin, at nøkur ung skulu fara til Noregs við flogfari nakrar dagar, áðrenn báturin kemur. Ætlanin er, at hesi ungu m.a. skulu ganga við traktatum og royna at koma í samband við onnur ung á oynni. Tey flúgva yvir mánadagin 24. apríl og verða so alla tíðina, meðan báturin er har yviri – t.v.s. til 8. mai. Tey koma at flúgva beinleiðis millum Vágar og Bergen. Aldursmarkið fyri tey ungu er sett til 17-25 ár. Tey, sum vilja tekna seg ella vita meir um hetta, kunnu seta seg í samband við Ruth Gaardlykke, tlf. 519090.

Inniliga verður heitt á samkomur og einstaklingar at biðja fyri:

– at manning, ung og onnur, sum brúk er fyri, tekna seg
– at biðja um varðveitslu á ferðini
– at vit skulu verða amboð í Guds hondum til frelsu fyri menniskju
– at vit skulu verða til signing fyri fólk Guds í hesum grannalandi okkara fyri eystan

Atlantic Mission
Svenning av Lofti, tlf. 212045
Poul Johan Djurhuus, tlf. 228314
Páll á Lakjuni, tlf. 744404
Jógvan Páll Sevdal, tlf. 221298
Ruth Gaardlykke, tlf. 519090

Skriva viðmerking