Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 13. feb. 2017

Fyrst hoyra vit Regin Guttesen, um eitt átak, sum nevnist UnshakenHope, ið varpar ljós á, upplýsir og samlar pening til neyðstødd í mið-Italia, orsaka av jarðskjálvta og skalvalopi. Til ber at stuðla átakinum við bankaflyting til: UniCredit Banca IBAN: IT11J0200837070000010752465 BIC/SWIFT: UNCRITM1NU4 og viðmerkja á flyting: UNSHAKEN HOPE, ella við at flyta gjøgnum PayPal trýst her. Meira um átakið á facebook: Unshaken hope
Síðani greiðir Símun J. Hansen frá Teenstreet ráðstevnuni, sum verður í Bylgjuni í Runavík 24.-26. februar; har Josh og Debs Walker o.o. (USA), luttaka. Evnið verður: VIEW – við týdninginum “hvussu sær Gud okkum”. Brúk er fyri øllum slag av hjálparfólki til tiltakið. Kunning facebook: TeenStreet Føroyar. Eisini nevnir Símun kostnaðin av tiltakinum og eru tey takksom fyri fíggjarliga hjálp. Kontonr. í Eik: 9181-1667744. Viðmerking á flyting: TS 17 FO.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking