Konsert við The Purple Hulls í Kelduni 26. mars 2017

Konsert við The Purple Hulls í Kelduni 26. mars 2017

Kelda: keldan.fo
Sunnukvøldið 26. mars kl. 20:00, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark, eisini kallaðar The Purple Hulls.

The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa. Tá ið man upplivir tær á palli, kann man gott siga at hesar báðar, eru skaptar til at gera og spæla tónleik saman. Tær eru ómetaliga dugnaligar, tær spæla nærum øll ljóðføri. So hetta eru tvey multitalent, sum koma til Føroya at hava konsert 26. mars.

Hevur tú hug at hoyra country – bluegrass, í heimsklassa, live, so er at møta upp í Kelduni, Skálafirði, sunnukvøldið 26. mars. Atgongumerki fáast frá kl. 19:00 sama kvøld og kosta kr. 150,00. Konsertin byrjar kl. 20:00.

Skriva viðmerking