Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Dagarnar 3. og 4. mars 2017 verður skeið í Ebenezer fyri øll, ið arbeiða við børnum í sunnudagsskúla høpi og øðrum samanhangum – og sum  hava  tørv á nýggjum íblástri til sunnudagsskúla arbeiði o.l.

Seinastu 15 árini hava norsku Jarle & Karina Waldemar framleitt kristi tilfar av alskyns slag, á ein øðrvísi og nýskapandi hátt. Tilfarið er fjølbroytt og egnað til børn í øllum aldri. Navnframi Jarle ferðast runt við sínum sangum, kreativu andaktum og kynstrum. Hvørt ár hittir hann fleiri túsund børnum við gleðiboðskapinum. Eisini er Jarle kendur fyri at kveikja sunnudagsskúlalærarar, til at bróta upp úr nýggjum.

Skeiðið er ókeypis. Tó, er neyðugt at melda til á livdin.fo. Tilmeldingarfreistin er 17. februar. (møguleiki verður at geva eina gávu til tiltakið. Tilmelding til frokostin leygardagin er eisini neyðug). Eru ivamál, ber til at ringja til Sóley á tlf. 519909. Meira kunning á livdin.fo og facebook: Jarle & Karina Waldemar – og um Jarle Waldemar á: jarlewaldemar.no

Skrá:
Fríggjadagin 3. mars:
kl. 19:00, Fyrilestur
kl. 21:00, Drekka

Leygardagin 4. mars:
Kl. 8:30 Morgunmatur
Kl. 9:00 Fyrilestur
Kl. 10:00 Steðgur
Kl. 10:30 Fyrilestur
Kl. 12:00 Døgurði
Kl. 13:00 Fyrilestur
Kl. 14:30 Steðgur
Kl. 15:00 Fyrilestur
Kl. 16:00 Liðugt

Skriva viðmerking