Finn Rønne til Føroya í mars

Finn Rønne til Føroya í mars

Kelda: www.trubodin.fo
Í mars mánaði kemur danski presturin, Finn Aasebø Rønne, dr.theol. og lektari í kirkju- og missiónssøgu til Føroya. Umframt at luttaka í ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík, leygardagin tann 25. mars og á ungdómsmøti, sum somuleiðis verður í Leguhúsinum, fríggjakvøldið 24. mars. fer hann eisini at halda fyrilestrar um Martin Luther. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá trubodin.fo.

Vitjar kirkjur og skúlar
Finn Aasebø Rønne fer eisini at hava fyrilestrar um trúbótarmannin Martin Luther. Hetta er í sambandi við 500 ára haldið fyri trúbótini.
Ovi Brim, prestur á Nesi, sum fyrireikar ferðina hjá Finn Aa. Rønne, sigur, at fyrilestur verður í Gøtu kirkju mánadagin 20. mars og í Christianskirkjuni mikudagin 22. mars.
Eisini skal hann vitja á studentaskúlunum á Kambsdali og í Havn.
Saman við Finn Aa. Rønne er eisini Jákup E. Petersen, stud.theol. Hann fer at luttaka á nøkrum møtum og føstugudstænastum.

Kunnu bíleggja ein fyrilestur
Tað ber til at fáa Finn Aa. Rønne at halda fyrilestur við at venda sær til Ova Brim.
– Um áhugi er fyri at fáa Finn Aa. Rønne at halda fyrilestur, er møguleiki at seta seg í samband við Ova Brim á telefon 237343 ella 447171.

Til ber at velja millum fýra ymiskar fyrilestrar. Heitini á fyrilestrunum eru hesi:

Luther og reformationen – basic facts.
De lutherske og de andre protestanter.
Reformationen i Danmark – og på Færøerne.
Den globale Luther.
Hvør fyrilestur varir umleið trý korter.

Skriva viðmerking