Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Stórmøtir í Trongisvági á Páskum 2017

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági.

Skráin er hendan:

Langa fríggjadag, 14/4-17, kl. 18:00, v/ Kristian Martin Petersen, Fuglafirði og Mansbólkurin syngur.

Páskaaftan, 15/4-17, kl. 20:00, v/ Silas Olofson, Klaksvík, og Mourits M. Viderø, úr Trongisvági syngur.

Páskadag, 16/4-17, kl. 18:00 v/ Niels Jacob Nielsen trúboðara, Danmark. Streingjakórið í Porkeri syngur.

Langa fríggjadag og páskadag verður innsavnan til missiónsarbeiðið. Ein drekkamunnur verður at fáa hvørt kvøld, og høvi verður at fáa eina samtalu um andlig viðurskiftir ella forbøn, um ein ynskir tað.

Eisini verður nakað fyri børnini. Hvørt møti byrjar við barnavinarligum sangum og einum orði um Jesus, sum børn kunnu fata.

Skriva viðmerking