Monthly Archives: februar 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 21. feb. 2017

“Nýggj byrjan” týskvøldið 21. feb. 2017

Hugleitt verður um ymist. M.a. um frælsi í Gudi, ið er har, sum Andi Hansara er. Eisini hetta, at Harrin kennir síni og eru elska av Honum – og hava tí ósigandi virði fyri Honum. Komi verður eisini inn á sannleikan og rættvísi, sum vit hava í Honum, sum vit lesa um í Orðinum. Spældur verður tónleikur og lisið í Skriftini.

Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26. februar 2017

Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26. februar 2017

Leygarkvøldið 25. og sunnukvøldið 26. februar verður skipað fyri evangeliskum møtum í Dansifrøi í Havn. Sangluttøka: Heini Lutzen Bárur Tindskarð Svein í Prestgarði Eyðun Jacobsen M.C. Restorff Ebenezerkórið Til felagssangin koma Harmonikuvinirnir at spæla. Svenning av Lofti og aðrir tala. Øll eru hjartaliga vælkomin. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 21. feb. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 21. feb. 2017

Fyrst hava vit vitjan av Steintór Hjaltalin og Torbjørn Láadal. Hetta er í samband við at tað eru 20 ár liðin síðani teir byrjaðu at hava andaktir á Ellisheiminum, Tórshavn. Teir siga frá upplivingum og ríkum løtum í hesi tænastu. Teir syngja tríggjar sangir live í sendingini. Síðani er Ingrid Maria Mellemgaard í útvavarpsstovuni, har… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 20. feb. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 20. feb. 2017

Vit hoyra Johan Petur Johannesen, landsleiðara hjá OM-Føroyar, tosa um ALBANIA, eitt land, sum OM arbeiðir í, á nógvum ymiskum økjum. OM-Føroyar skipar fyri toymisferðum til Albania (og Moldova) í 2017, fyri tannáringar. Les meira og fá meira kunning á: om.fo – og á Facebook: OM Føroyar – og á om.org og her serliga um… Les meira

TEENSTREET í FØROYUM 24.-26. feb. 2017

TEENSTREET í FØROYUM 24.-26. feb. 2017

Kelda og kunning: TeenStreet Føroyar Teenstreet ráðstevna við Josh og Debs Walker o.ø. (USA), verður í Føroyum 24.-26. februar 2017. Josh og Debs hava í nógv ár verið høvuðstalarar á Teenstreet og nú hevur tað eydnast at fingið tey til Føroyar, soleiðis at tey kunnu vitja í Føroyum, síðsta vikuskiftið í februar 2017. Tiltakið verður… Les meira

Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Skeið við Jarle & Karina Waldemar fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur

Dagarnar 3. og 4. mars 2017 verður skeið í Ebenezer fyri øll, ið arbeiða við børnum í sunnudagsskúla høpi og øðrum samanhangum – og sum  hava  tørv á nýggjum íblástri til sunnudagsskúla arbeiði o.l. Seinastu 15 árini hava norsku Jarle & Karina Waldemar framleitt kristi tilfar av alskyns slag, á ein øðrvísi og nýskapandi hátt.… Les meira

PROFETISK STEVNA 10.-11. mars 2017 í Oasuni í Hoyvík

PROFETISK STEVNA 10.-11. mars 2017 í Oasuni í Hoyvík

Kelda: á facebook: Gátan um tað profetiska. Frá 10.-11. mars verður ein profetisk stevna, við Michael Miller í Oasuni í Hoyvík. Michael Miller kemur úr USA og er pastor í samkomuni Upper Room, Denver. Fyri mong trúgvandi kann tað profetiska tykast gátufult og fjart, og vit kunnu hava ringt við at vita hvussu vit brúka… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. feb. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 17. feb. 2017

Fyrst greiðir Svenning av Lofti frá evangeliskum møtum í Danskifrøði í Havn, leygarkvøldið 25. feb. kl. 20:00 og sunnukvøldið 26. feb. kl. 19:00. Síðani hoyra vit Ruth Gaardlykke, frá Atlantic Mission um evangeliserings ferðina til Bømlo í Noregi, við “Juvel II” 24. apríl til 10. mai 2017. Tey, sum vilja tekna seg ella vita meira,… Les meira

Finn Rønne til Føroya í mars

Finn Rønne til Føroya í mars

Kelda: www.trubodin.fo Í mars mánaði kemur danski presturin, Finn Aasebø Rønne, dr.theol. og lektari í kirkju- og missiónssøgu til Føroya. Umframt at luttaka í ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík, leygardagin tann 25. mars og á ungdómsmøti, sum somuleiðis verður í Leguhúsinum, fríggjakvøldið 24. mars. fer hann eisini at halda fyrilestrar um… Les meira

Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Muffins mikukvøldið 15. feb. 2017

Fyrra hálva tíman hava vit vitjan av Búgva V. Olsen. Búgvi flutti til Føroyar, eftir at hava búð í Svøríki í nærum 10 ár, har hann hevur verið ein av ungdómsleiðarunum í størstu samkomu í Skandinavia, “Livets Ord”. Nú er Búgvi fulltíðarsettur í samkomuni Keldan, Skálafirði, har hann arbeiður sum hjálparpastorur. Eisini greiður Búgvi frá… Les meira