“Á veg heim” fríggjadagin 27. jan. 2017

“Á veg heim” fríggjadagin 27. jan. 2017

Í sendingini verða tvey evni umrødd. Fyrst verður tosa við Dánjal Poulsen frá Vinarfelagnum Føroyar-Ísrael í samband við, at tað í dag, 27. januar, er “Altjóða dagur til minnis um Holocaust”. sum eisini í Føroyum er vorðin minnisdagur um fólkadráp og Holocaust. Undir Seinna heimsbardaga lótu umleið 6 milliónir sakleys menniskju lív, tey flestu jødar; fyribeind í Evropa, í skipaðum fólkadrápi. Seinni heimsbardagi kostaði eisini føroyingum nógv. Upp í móti 200 av okkara sjómonnum lótu lív av krígsávum. Seinna evni er um bøn. Vit ringja til Danmarkar og tosa við Kurt Christensen um tað.

Vertur: Preben Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking