Monthly Archives: januar 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 31. jan. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 31. jan. 2017

Fyrst er “Heilsuhornið” á skránni, har vit hava vitjan av Lillian Bjarnadóttur Poulsen, sjúkrasystir, har evnið er: “At nýta tíð saman við børnunum”. Nógv ymist áhugavert verður umrøtt, m.a. um góða nærveru, ið gevur sunna sjálvkenslu, lívsgleði og empati/innliving. Síðani er Randi Frøyseth, korpsleiðari hjá Frelsunarherinum í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá einum serligum vikuskifti, nú komandi 4.-5. feb., har landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør William Cochrane vitjar. Les meira um vitjanina: frelsunarherurin.fo. Eisini hava vit eitt prát við Annu Jacobsen og hoyra um “café Elim” í Søldafirði, ið er mikudagar frá 10:00 til 12:00; heimasíða: elim.fo. Til seinast er tátturin “Orð at grunda yvir” úr Orð, 4, 23 “Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!.”

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mánadagin 30. jan. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 30. jan. 2017

Fyrst hoyra vit eitt prát við Absalon Absalonsen, um eitt ferðalag við hjálp til Rumenia. Greitt verður frá hendingum, upplivingum og Harrans leiðslu á ferðini. Síðani ringja vit til Hans Berntsen og hoyra um grøðingar, møtir, tænastur, verkætlanir í Ukraina, Afrika, Filipsoyggjunum o.a. Til seinast er Anita Tausen á tráðnum, har vit hoyra um Change… Les meira

“Á veg heim” fríggjadagin 27. jan. 2017

“Á veg heim” fríggjadagin 27. jan. 2017

Í sendingini verða tvey evni umrødd. Fyrst verður tosa við Dánjal Poulsen frá Vinarfelagnum Føroyar-Ísrael í samband við, at tað í dag, 27. januar, er “Altjóða dagur til minnis um Holocaust”. sum eisini í Føroyum er vorðin minnisdagur um fólkadráp og Holocaust. Undir Seinna heimsbardaga lótu umleið 6 milliónir sakleys menniskju lív, tey flestu jødar;… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. jan. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. jan. 2017

Fyrst ringja vit til Terja Vestergaard og hoyra um ein nýggjan sang, sum Hans Jacobsen, sáli, vanliga nevndur Hans á Bakka setti orð til og sum Terje hevur sett lag til og sum Jákup Zachariassen hevur lagt til rættis. Eisini tosa vit við Terja, m.a. um at skriva sangir o.a. Síðani ringja vit til Regin… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 24. jan. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 24. jan. 2017

Fyrst hoyra vit eitt prát við John Østergård Nielsen, samkomuleiðara í Nuuk. Hetta varð sent føðingardagin hjá Lindini, ið var leygardagin 21. januar 2017. Síðani er Heðin Lamhauge í útvarpsstovuni og hoyra vit um Alpha skeiðið, sum verður í matstovuni á Læraraskúlanum, á Frælsinum 20, í Havn, frá 8. feb. til 25. apríl 2017. Les meira… Les meira

Lindin sendir beinleiðis frá tiltakinum “TeenStreet í Føroyum” í Bylgjuni í Runavík: Fríggjadagin 24. feb. kl. 21.00 og kl. 23.00 Møti: Josh og Debs Walker tala Leygardagin 25. feb. kl. 21.00 og kl. 23.00 Møti: Josh og Debs Walker tala Sunnudagin 26. feb. kl. 19.00: Møti/ThroneRoom: Josh og Debs Walker Tiltakið er alment!   Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. jan. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 23. jan. 2017

Vit hava vitjan av Synnøve av Rana og Sóley Samuelsen, ið greiða frá einum kveikjandi skeiði fyri sunnudagsskúlalærarar og onnur áhuga. Skeiði verður 3.-4. mars 2017, har Jarle Waldemar úr Norra kemur at undirvísa. Fleiri upplýsingar á www.livdin.fo. Síðani ringja vit til Anitu Tausen, frá samkomuni Nebo á Toftum, ið greiðir frá Change ungdómsmøtirøðini, sum… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. jan. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. jan. 2017

Fyrst hava vit vitjan av Andrew Nielsen og Jógvan Zachariassen. Andrew hevur verið í starvsvenjing hjá samkomuleiðarinum Jógvani Zachariassen og í samkomuni Lívdini, Hoyvík. Vit hoyra teir greiða frá hesum. Síðan hoyra vit Tórhild Bjarkhamar greiða frá tiltakinum “Kvinnuting 2017”, sum verður í Nesvík, leygardagin 4. feb. 2017. Evnið verður: “Gudsótti og nøgdsemi”, har m.a.… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. jan. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 19. jan. 2017

Vit hoyra Símun Jóannesarson Hansen og Dania Oddmarsdóttir Tausen tosa um lovsang. Hvat er lovsangur fyri nakað? – Hví lovsyngja? – Hvussu eiga vit at lovsyngja og hvat sigur Bíblian um lovsang osv. Sendingin er kryddað við nógvum góðum lovsangum, ið tey velja og Bíbliuversum um tilbiðjan til Harran. Tey brúka nógva tíð at syngja… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 18. feb. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 18. feb. 2017

Dánial lesur úr Luk. 5 um tilætlan Guds, ið er at signa, sum dregur menniskju til Hann. Andi Guds flytir inn í okkum og uppliva vit tá kærleika Hansara og tað nýggja lívið, fult av signingum og møguleikum, mótsatt tí gamla, sum er fult av krøvum og tænastu fordømingar og deyðans. Skriftbrot: 2. Kor. 3,… Les meira