Monthly Archives: desember 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 19. des. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 19. des. 2016

Fyrst ringja vit til Finnur Johannesen og frætta frá BUBU nú um jólini. Til ber at síggja video klipp, filmar o.a. á youtube, við at leita uppá “klovnurin BUBU” og “Adventsløtan” og eisini á facebook síðuni “klovnurin BUBU”. Síðani hava vit vitjan av Johan Petur Johannesen og hoyra um innsavningina, ið var í oktobur 2016,… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. des. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. des. 2016

Fyrst er Svenning á Lofti í útvarpsstovuni og hoyra vit um eina ráðstevnu í Ísrael, ið Altjóða Kristna Sendistovan í Jerusalem (ICEJ) skipar fyri, frá 20.-27. jan. 2017. Svenning frættir fegin frá teimum, ið vilja koma við á tlf. 21 20 45. Dentur verður lagdur á bøn, lovsang, undirvísing um Ísrael o.a. Eisini vitja tey… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 15. des. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 15. des. 2016

Fyrst hava vit Niels Juel Arge í útvapsstovuni og hoyra um Jólatræ fyri børn, sum verður í Emmaus, sunnudagin 18. des., kl. 16:00, har øll eru vælkomin. Eisini verður tosað um møtir, tiltøk, skrá o.a., um jólini og nýggjárið. Meira kunning á facebook vanga hjá Emmaus Klaksvík. Síðani er Magnus Arge frá Klaksvíkar Hornorkestri gestur,… Les meira

Muffins mikukvøldið 14. des. 2016

Muffins mikukvøldið 14. des. 2016

Hesaferð er Marstin í Grund í sendingini. Vit tosað um nýggju fløguna, ið Marstin and the Revelators hava givið út: “REACH FOR THE HEIGHTS”. Eisini introduserað vit nýggja vertin, Ari Olsen, ið kemur at verða við í Muffins sendingi framyvir. Vertir: Maria Petersen, Heðin Nielsen og Ari Olsen. Teknikari: Hans Terje Vestergaard Lurta eftir sendingini… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 14. des. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 14. des. 2016

Dánial lesur Matt. 1 og Jóh. 1, um Gud, ið gerst menniskja við føðing Jesusar. Leggur dent á at Gud er við okkum og ikki í móti okkum. Tá Jesus tekur búgv í okkum, fáa vit nýtt lív í honum, mótsat lóg og reglum, ið vit verða mint á í Gamla Testamenti. (skriftbrot: Matt 1,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 13. des. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 13. des. 2016

Fyrst hava vit vitjan av Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðara í Havn. Tosað verður um vandan við eldi, livandi ljósum, matgerð o.ø., serliga nú jólini stunda til og tilbúgvingina við royk alarmum v.m. Síðani hava vit Unn Zachariassen í útvarpsstovuni, sum saman við manninum Jógvani, er samkomuleiðari í samkomuni Lívdini í Hoyvík. Hon leiðir okkum gjøgnum ymist… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 12. des. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 12. des. 2016

Fyrst hava vit vitjan av Mariu Forrestal frá Franciskanarsystrunum og hoyra um hennara uppruna og um Írland, haðani hon kemur frá; um hennara barnajól og midnáttarguðstænastuna í Mariukirkjuni 24. des. í Varðagøtu í Havn. Síðani er Høgni Johannesen í útvarpsstovuni, har vit hoyra um eitt skeið í trúðarverju, sum byrjar 12. januar 2017. Les meira… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. des. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. des. 2016

Fyrst er ein samrøða frá 20. des. 2013 við Rodmundur í Liða, sála, og hoyra um barna- og ungdómsár í Vitahúsunum, úti á Borðini og í Mykinesi. Eisini um upplivingar undir krígnum og um hvussu hann mintist jólini fyrr. Síðani ringja vit til Nicolinu Jøkladal og Pól Johannesen, um jólahald Jólaaftan kl. 18:00 fyri tey,… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 8. des. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 8. des. 2016

Albin Johannesen lutar nakrar tankar við okkum um Tummas, lærusvein Jesusar, samstundis sum lurtarin fær høvi via sms, at seta sín dám á sendingina. Albin lesur Jóh. 20, 24-29, um tá Jesus vísti seg fyri lærusveinunum, meðan Tummas ikki var til staðar. Tummas vildi ikki trúgva, uttan hann slapp at síggja og nema naklamerkini og… Les meira

Muffins mikukvøldið 7. des. 2016

Muffins mikukvøldið 7. des. 2016

Vit hava vitjan av Dinu Bech. Vit tosað um hennara lív sum kristin, og hvat hon ger fyri Guð! Tosa m.a. um heimasíðuna vakurleiki.fo, sum hon hevur gjørt. Vertir: Benjamin Tvørfoss og Fróði Johannesen. Teknikari: Rúni Rasmussen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…”… Les meira