Ráðstevna í Ísrael

Ráðstevna í Ísrael

Ein ráðstevna verður í Ísrael, ið Altjóða Kristna Sendistovan í Jerusalem (ICEJ) skipar fyri, í døgunum 20.-27. jan. 2017. Ráðstevnan viðger serstakliga andaligu støðuna í Miðeystri í profetiskum ljósi o.a. Vitja verður á ymiskum støðum. T.d. Knesset, Golgata, tómu grøv Jesusar v.m. Meira kunning: int.icej.org. Svenning á Lofti frættir fegin frá teimum, ið vilja koma við á stevnuna á tlf. 21 20 45.

Skriva viðmerking