JÓLAAFTAN í Lívsins Orð í Saltangará

JÓLAAFTAN í Lívsins Orð í Saltangará

Skipa verður fyri jólahaldið 24. desembur kl. 18:00, í Lívsins Orð í Saltangará, ið er serliga ætlað teimum, ið eru einsamøll ella kenna seg einsamøll á jólum.

Sig teimum frá í seinasta lagi mikudagin 21. desembur, hjá Nicolinu í Lág Jøkladal á tel: 27 02 57 ella tel. 73 93 32.

Jólahugni, har vit syngja saman, hoyra jólaevangeliið, fáa jóladøgurða, hava spurningarkapping, dansa jólatræ, fáa kaffi/te, rísingreyt og jólagávur.

Skriva viðmerking