Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum 2016

Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum 2016

Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa í SMS, í tíðarskeiðinum, 9.-10. desembur og 16.-23. desembur 2016.

Gávur, ið givnar verða í jólagrýtina, gevur Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla.

Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir, av árinum um tørvur er á tí.

Frelsunarherurin takkar hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum.

Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum:
Um tær tørvar peningaliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og biðja um jólahjálp.

Send mail á: torshavn@frelsunarherurin.fo
ella tú kanst ringja: 31 21 89
ella senda bræv til: Postboks 352, 110 Tórshavn

Freistin at biðja um jólahjálp 2016, er 9. desembur 2016.

Skriva viðmerking