Á Bylgjulongd týsdagin 20. des. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 20. des. 2016

Fyrst ringja vit til Eyðun á Lakjuni og hoyra um jólakonsertina í Fuglafirði, mikukvøldið, 21. Des. kl. 20:00, við Siloakórinum og bólkinum SALT. Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin. Síðani ringja vit til Kristinu Hansen frá Kelduni í Skálafirði og hoyra um afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn” í Kelduni 23. Desembur 2016, kl. 21:00. Á skránni verður felagssangur og framførslur. Ókeypis atgongd. Meira kunning: keldan.fo. Til seinast hoyra vit eitt eldri innslag við Bergur Debes Joensen, presti, har evnið er jólagleðin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking