Monthly Archives: desember 2016

Muffins mikukvøldið 28. des. 2016

Muffins mikukvøldið 28. des. 2016

Vit tosað um “leyst og fast”, tó mest um eftirskúlan í Mariager, sum Rani Hansen gongur á í Danmark.

Vertir: Fróði Johannesen og Rani Hansen. Teknikari: Rúni Rogvason
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 28. des. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 28. des. 2016

Dánial lesur úr Luk. kap. 4 og hugleiðir, hvussu Jesus er givin okkum øllum við allari síni fylling; men móttøkan avgerð úrslitið. Eru vit sum tey í Nasaret, ið róku Harran burtur – ella eru vit sum tey í Kapernaum, sum vildu halda Jesusi, so Hann ikki skuldi rýma frá teimum. Poul Færø lýsir fyri… Les meira

Ráðstevna í Ísrael

Ráðstevna í Ísrael

Ein ráðstevna verður í Ísrael, ið Altjóða Kristna Sendistovan í Jerusalem (ICEJ) skipar fyri, í døgunum 20.-27. jan. 2017. Ráðstevnan viðger serstakliga andaligu støðuna í Miðeystri í profetiskum ljósi o.a. Vitja verður á ymiskum støðum. T.d. Knesset, Golgata, tómu grøv Jesusar v.m. Meira kunning: int.icej.org. Svenning á Lofti frættir fegin frá teimum, ið vilja koma… Les meira

Nýggjársmøti á Signabø 6.-8. jan. 2017

Nýggjársmøti á Signabø 6.-8. jan. 2017

Kelda: kbs.fo Nýggjársmøti verða á Signabø fríggjakvøldið 6. jan. kl. 20:00; leygarkvøldið 7. jan. kl. 20:00 og sunnukvøldið 8. jan. kl. 19:00. Møtini eru í verkstaðnum Bulur á Signabø. Luttakarar verða m.a. Poul Færø, Jákup N. Olsen, Eyðfinn Reyðberg, Manskórið, John Færø, Jógvan á Lakjuni og Páll á Lakjuni. Les meira

JÓLAAFTAN í Lívsins Orð í Saltangará

JÓLAAFTAN í Lívsins Orð í Saltangará

Skipa verður fyri jólahaldið 24. desembur kl. 18:00, í Lívsins Orð í Saltangará, ið er serliga ætlað teimum, ið eru einsamøll ella kenna seg einsamøll á jólum. Sig teimum frá í seinasta lagi mikudagin 21. desembur, hjá Nicolinu í Lág Jøkladal á tel: 27 02 57 ella tel. 73 93 32. Jólahugni, har vit syngja… Les meira

Jólaaftan í KFUM & K í Klaksvík

Jólaaftan í KFUM & K í Klaksvík

Jólahald fyri tey, sum ikki hava nakran at halda jól saman við, verður í KFUM & K í Klaksvík, Jólaaftan kl. 18:00. Tekning innan 22. des., hjá Pól Johannesen, trúboðara, tel. 21 24 80. Vit syngja saman, hoyra jólaevangeliið, fáa jóladøgurða, hugni, hava spurningarkapping, dansa jólatræ, fáa kaffi/te, rísingreyt og jólagávur. Les meira

Jólaaftan í KFUK í Havn

Jólaaftan í KFUK í Havn

Kelda: Facebook KFUK í Havn Nú jólini nærkast, bjóðar KFUK í Havn einsamøllum og øðrum, ið vilja vera saman við teimum, vælkomnum at halda JÓLAAFTAN Í  KFUK, kl. 18:00. Húsið verður opið frá kl. 16:30. Tilmelding er neyðug. Ringjast kann á tlf: 31 19 28 ella 21 18 24 ella 21 27 40. Tilmeldingarfreistin er… Les meira

Heimsbønarvika 8. – 15. januar 2017

Heimsbønarvika 8. – 15. januar 2017

Hvørt ár samlast kristin um allan heim, til bøn í eina viku. Hetta verður fyriskipa av Evangelisk Alliance. Á hesum bønarmøtum samlast kristin frá kirkjum og samkomum til felags eggjan og íblástur. Kelda: www.evangeliskalliance.dk og meinigheit.fo Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. des. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 20. des. 2016

Fyrst ringja vit til Eyðun á Lakjuni og hoyra um jólakonsertina í Fuglafirði, mikukvøldið, 21. Des. kl. 20:00, við Siloakórinum og bólkinum SALT. Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin. Síðani ringja vit til Kristinu Hansen frá Kelduni í Skálafirði og hoyra um afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn”… Les meira

Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum 2016

Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum 2016

Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa í SMS, í tíðarskeiðinum, 9.-10. desembur og 16.-23. desembur 2016. Gávur, ið givnar verða í jólagrýtina, gevur Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir, av árinum um… Les meira