Á Bylgjulongd mikudagin 30. nov. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 30. nov. 2016

Dánial lesur úr 4. Móseb. kap. 22, 23 og 24 og hugleiðir um krossin, tá Jesus tók banni burtur og gav okkum signingina í staðin. Lýsir hetta við døminum, tá Bileam ikki slapp at banna, men mátti signa ísraelsfólk. Poul Færø leiðir okkum gjøgnum tilgongdina, av lagnu Jesusar í hugaheimi okkara. Frá tí kensluliga, til búningina í sannleikunum um Hann. Lýsir hetta við at umtala Gud, sum ikki gjørdi myrku royndir óndskaparsins til einkis, men lat tær ganga út – á Jesusi – sigraði gjøgnum tær. Tosar eisini um Josva og Kaleb, sum komu heilskapaðir inn í landið, tí teir trúliga og heilhjartaðir fylgdu Gudi eftir. (Skriftbrot: Luk 23, 26-28; Ef. 2,16)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking