Á Bylgjulongd mánadagin 28. nov. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 28. nov. 2016

Fyrst hava vit vitjan av Helgu Nordendal og Johannes Olsen frá Global Leadership Summit, (GLS) og hoyra tey greiða frá GLS-ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 13.-14. januar 2017. Til ber at melda seg til á heimasíðuni www.gls.fo, har allir upplýsingar um ráðstevnuna eru at finna. Eisini verður eitt Ung-GLS, fríggjakvøldið 13. januar 2017, ið er ókeypis, men neyðugt er tó við tilmelding. Síðani hava vit vitjan av Frank Stephenson og Willie Epp frá Trans World Radio, (TWR), har Mai L, Simonsen tolkar samrøðuna. Teir greiða frá sínum arbeiði og hjá TWR kring heimin. Meira kunning um TWR á heimasíðum: www.twr.org ella www.twr360.org ella við telduposti, at seta seg í samband við TWR: twre@twr.org.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Trans World Radio - world

Skriva viðmerking