Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. nov. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. nov. 2016

Fyrst er Svenning á Lofti í útvarpsstovuni, har vit hoyra um Evangelisku Røddina, um søguna og fimmti ára hátíðarhaldið í Ebenezer, sunnudagin 27. nov., kl. 18:00, har ymist er á skánni. Síðani ringja vit til Bárður á Lakjuni og hoyra um báðar konsertirnar við bólkinum “Salt”, sum verða í Løkshøll 4. des. kl. 16:00 og EYKAKONSERT kl. 19:00. Atgongumerkir kunnu keypast á: www.loksholl.fo. Til seinast er M.C. Restorff gestur, har vit hoyra um konsertina hann fer at hava í Reinsarínum, hóskvøldið 1. desembur, kl. 20:00. Atgongumerkir kunnu keypast á: www.reinsariid.fo.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking