Á Bylgjulongd mánadagin 7. nov. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 7. nov. 2016

Fyrst hava vit vitjan av Peter, Elisabeth og Adam frá Euroclass eftirskúlanum í Kolding, ið greiða frá hvat skúlin stendur fyri o.ø. Eisini greiða fyrrverandi næmingar á skúlanum, Sonja Lava Sirdal og Maria Eliasen frá teirra upplivingum og royndum á skúlanum v.m. Tey eru í Føroyum til og við hósdagin 10. Nov. 2016. Ein og hvør, ið hevur hug at vita meira um skúlan kann seta seg í samband við tey við at venda sær til skúlan á heimasíðuni: Euroclass.dk ella facebook: Euroclass. Síðani ringja vit til New Tribes Mission Bíbliskúlan í North Cotes, tætt við Grimsby í Englandi og tosa við Ingvard Petersen. Endamálið hjá skúlanum er at klekja trúðboðara, til at boða gleðiboðskapin til onnur mál og mentanir.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Kolding Internationale Højskole - IABC

Skriva viðmerking