Monthly Archives: oktober 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 31. okt. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 31. okt. 2016

Fyrst tosað vit við Óla L. Poulsen, m.a. um bólkin Skywalk, sum hann er partur av og um sangin, Hil dig, Frelser og Forsoner. Síðani hava vit Rúna Rasmussen í telefonini, um ein áhugatíma, hann helt í Meinigheitshúsinum í Havn, leygardagin 29. Nov. 2016, har evnið var: „Kristnitrúgv og humanisma“. Um at skilja tíðarandan og um hvørjar hugmyndir eru galdandi í dag og hvussu hesar ávirka okkara hugsan og lív v.m. Til seinast hava vit vitjan av Jákup N. Olsen frá Ebenezer í Havn. Hann greiðir frá um Samfelagsstevnuna, sum verður í Ebenezer og ítróttarhøllini á Hálsi í døgnunum 2. til 6. Novembur 2016. Lindin fer at senda frá møtunum. Sí skránna her

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

samfelagsstevnan-2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. okt. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 28. okt. 2016

Vit senda eina samrøðu, sum vit høvdu við Brødrene Nordstrand og Brad White, leygardagin 27. Aug. 2016 í samband við eina konsert ferð, teir høvdu í Føroyum. Vit hoyra teir m.a. greiða frá teirra lívið og hvussu teir komu at kenna Jesus. Brad White ferðast runt í ymiskum londum við talu og sangi. Vertur: Preben… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 27. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 27. okt. 2016

“Hoyr fantastisku søguna, hvussu Jesus kallaði – og møtti Steindor Hjaltalin. Um upplivingar og hvussu lívið saman við Jesusi hevur verið, og um hvønn týdning samfelagið við Hann hevur í dagligdegnum, ið ikki hevur verið betri enn í dag”. Vertur:  Jenis av Rana Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 25. okt. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 25. okt. 2016

Fyrst ringja vit til Øssur Kjølbro, aðalskrivar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini um STÓRMØTINI 2016, sum verða í Høllin á Hálsi 28.-30. Oktober. Øssur leiðir okkum gjøgnum fjøllbroyttu skránna, ið sæst her. Eisini ringja vit til Ann Dahl Hansen, prest, sum fer at hava ein av áhugatímunum, leygardagin 29. okt. í Meinigheitshúsinum, Kl. 15:00, har heiti er… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 24. okt. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 24. okt. 2016

Vit hava Poul Jóhan Djurhuus í telefonini. Hann greiðir frá ferðalagnum, sum í hesum døgum er í Rumenia við klæðum og øðrum til treingjandi familjur har. Tað eru Páll Mørkøre av Eiði og Birgir Andreassen í Havn, sum skipa ferðina, og tey eru tíggju í ferðalagnum. Síðani ringja vit til Paula Høj, samkomuleiðara í samkomuni… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. okt. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. okt. 2016

Vit tosað við Svein í Prestgarði, um útgávukvøldini í samband við nýggju fløguna: “Minst til Hann elskar teg”, sum verða hetta og næsta vikuskifti. Sí skránna í teignum her á síðuni til vinstu. Síðani er Christmas Child gávueskjurnar á skránni. Danella Gabor, Durita Jacobsen og Lissi Hansen eru gestir. Danella greiðir frá, hvussu tað er… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 20. okt. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 20. okt. 2016

Fyrst tosað vit við Hildu Viderø, um túrin, sum hon var í Liberia í summar, vegna Føroysku Barnahjálpina. Hilda greiðir m.a. frá hvussu stórt árin og nógvan mun arbeiði og stuðulin ger í lokala samfelagnum. Serliga broytingin, har tey læra at lesa, hevur lætt um og havt ótrúliga jaliga ávirkan í gerandisdegnum hjá fólkunum har… Les meira

Nýggj fløga við Svein í Prestgarði

Nýggj fløga við Svein í Prestgarði

Tíðindaskriv Í hesi vikuni, kemur Svein í Prestgarði út við fløgu nummar tvey. Fløgan hevur fingið heitið “Minst til Hann elskar teg” og er innspæld í Crossroads Studio, Arden NC í USA. Tað er sera dugnaligi Jeff Collins sum hevur produsera tónleikin, meðan David Johnson hevur lagt kritiska oyra til røddirnar. Tónleikararnir eru sokallaðir A-team… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 20. okt. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 20. okt. 2016

Gestur okkara er Jónleif F. Danielsen, Runavík. Jónleif greiðir frá uppruna, barna- og ungdómsárum og nógvum ymiskum í lívinum. Eitt nú um sunnudagsskúlan og kappróður, sum hevur fylgt nógv í lívinum. Eisini um at flyta til Danmarkar í ungdómsárunum og um at fara til skips og arbeiðslívið annars. Jónleif kemur inn á hvat hevur týdning… Les meira