Á Bylgjulongd hósdagin 29. sept. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 29. sept. 2016

Fyrri gesturin er Bjarta Petersen, Glyvrar. Bjarta arbeiðir sum terapeutur, har hon hevur viðtalu við einstaklingar, familjur og pør. Í hesi sendingini leggur Bjarta serligan dent á, hvussu vit hoyra Guds rødd og hvussu Gud talar við okkum í dag, á hvønn hátt, undir hvørjum umstøðum osv. Bjarta hevur egna sálarstovu. Meira kunning og upplýsingar fæst á: salarstovan.fo. Seinni gesturin er Kristian Hansen, ið tosar út frá Matt. 13, 44: “Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.”. Kristian nemur m.a. við tey tingini, sum vit virðismeta mest í lívinum, hvussu vit raðfesta, um við- og mótgongd og um at fáa eyguni vend á tað tíðarleysa æviga grundarlagið sum heldur – tann veruliga skattin – ið er Jesus Kristus.

Vertir: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking