Á Bylgjulongd mánadagin 26. sept. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 26. sept. 2016

Fyrst tosa vit við Tummas Jacobsen, frá samkomuni Filadelfia, Tórshavn, um Heyststevnuna 2016, við heitinum: “FRÁ DÝRD TIL DÝRD”. Stevnan verður frá 30. sept. til 2. okt., har Wayne Simmonds (UK) kemur at tala og undirvísa. Í samband við stevnuna verður eitt lovsongstiltak í Cirkus, Tórshavn, kl. 19:00. Nærri um skránna, tilmelding o.a. sæst á Filadelfia.fo. Síðani hava vit vitjan av Jóhannes Ólavson, har tosa verður um sangin: “Mín sál er frí”, sum Eyðun Miðberg, hevur gjørt orð og lag til og sum er upptikin í Nashville í 2008 og sum er gjørdur liðugur í BlochStudio og útgivin av City Church, Tórshavn. Til seinast tosa vit við Marjan Nielsen, Barna- og familjuráðgeva hjá Heimamissiónini, um Sangfagnaðin 2016, sum verður í Nesvík frá 14.-16. okt., fyri børn frá 2. til 7. flokk, har ymist er á skránni við sangi, tónleiki, kórum, rørslum v.m. Eisini verður tosa um legurnar, sum vóru í Nesvík í summar.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

sangfagnadur_14-16_okt-2016

Skriva viðmerking