Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Dánial lesur úr Jóh. 6 og leggur dent á ørindi 44: “Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; …..”. Hugleiðingin og samtalan við Poul Færø snýr seg um hetta, at verða drigin at Jesusi og kenna kærleika og hvílu Hansara; ikki nakað sum vit sjálvi vilja, men nakað sum kærleiki Hansara vinnur á við lívgevandi atdráttarmegi Síni. (Skriftbrot og dømir: Luk. 5, 5-11; Luk. 7, 37-39; Luk. 10, 38-42; Luk. 15, 1-2; Luk. 19, 1-10). Til seinast lesur Poul úr Jóh. 17, 15-20, har Jesus biður fyri sínum og úr Filippib. 3, um alt tað virðisleysa afturímóti Kristusi og um framtíð okkara.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking