Monthly Archives: september 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. sept. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 30. sept. 2016

Fyrst er Símun J. Hansen í útvarpsstovuni, sum greiðir frá einum Teenstreet Reunion tiltakið, sum skipa verður fyri í Nebo á Toftum, leygardagin 1. Okt. 2016, kl. 14:00, fyri øll, ið hava verið á Teenstreet 2016 í summar. Har verður bíbliutími, andakt, seminar o.a. og enda við einum Throne Room kl. 21:00. Øll eru vækomin. Upplýsing her. Síðani hava vit vitjan av Wayne Simmonds og Manuel Delgado, har greitt verður frá Heyststevnuni 2016 í Filadelfia, Tórshavn, har Wayne Simmonds kemur at luttaka. Eisini greiðir Wayne Simmonds frá sínum persónliga vitnisburði og hvussu Gud hevur virka í hansara lívi. Meira kunning sæst á heimasíðuni: Filadelfia.fo.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

teenstreet-reunion

Á Bylgjulongd hósdagin 29. sept. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 29. sept. 2016

Fyrri gesturin er Bjarta Petersen, Glyvrar. Bjarta arbeiðir sum terapeutur, har hon hevur viðtalu við einstaklingar, familjur og pør. Í hesi sendingini leggur Bjarta serligan dent á, hvussu vit hoyra Guds rødd og hvussu Gud talar við okkum í dag, á hvønn hátt, undir hvørjum umstøðum osv. Bjarta hevur egna sálarstovu. Meira kunning og upplýsingar… Les meira

Muffins mikukvøldið 28. sept. 2016

Muffins mikukvøldið 28. sept. 2016

Í sendingini er vitjan av Mark Sanders. Mark hevur síðani hann var 14 ára gamal ferðast til Moldova hvørt summar at arbeiða sum trúðboðari. Hann greiðir frá lívi sínum, tær góðu og ringu upplivingarnar, hann hevur havt. Vertir: Annika Christiansen, Elisa Fríðfljóð Petersen og Marius Dam Vang. Teknikari: Dann Johannesen Lurta eftir sendingini her Um… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 28. sept. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 28. sept. 2016

Dánial lesur úr Ef. 4, 11-16, um at liva kallinum verdiga og um tær magfaldu náðigávur, sum tæna einleikanum. Lesur eisini úr Áp. 3, 1-9 og úr Áp. Kap. 4, um tey fyrstu kristnu og um at vera knýtt at Kristusi og verða fylt av Heilaga Andanum. Poul Færø lesur úr Rómb. 15, 1-7; 13-19;… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 26. sept. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 26. sept. 2016

Fyrst tosa vit við Tummas Jacobsen, frá samkomuni Filadelfia, Tórshavn, um Heyststevnuna 2016, við heitinum: “FRÁ DÝRD TIL DÝRD”. Stevnan verður frá 30. sept. til 2. okt., har Wayne Simmonds (UK) kemur at tala og undirvísa. Í samband við stevnuna verður eitt lovsongstiltak í Cirkus, Tórshavn, kl. 19:00. Nærri um skránna, tilmelding o.a. sæst á… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 22. sept. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 22. sept. 2016

Gestur er Svein Thomsen, sum við familju býr á Strondum. Greiðir frá uppruna, barna- og ungdómsárum, ið hann minnist aftur á sum eina ríka og góða tíð. Minnist aftur á tíðina í sunnudagsskúlanum og tá hann so fór í skúla; gekk á ungdómsmøti og bleiv fermdur, ið var nakað heilt serligt fyri hann. Onnur brot… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 21. sept. 2016

Dánial lesur úr Jóh. 6 og leggur dent á ørindi 44: “Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; …..”. Hugleiðingin og samtalan við Poul Færø snýr seg um hetta, at verða drigin at Jesusi og kenna kærleika og hvílu Hansara; ikki nakað sum vit sjálvi vilja, men nakað sum kærleiki… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. sept. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 20. sept. 2016

Fyrst hoyra vit um altjóða eldradagin, sum verður fríggjadagin 30. septembur 2016, har formaðurin í Eldraráðum í Tórshavnar kommunu, Hans Jacob Hermansen greiðir frá. Í ár verður dentur lagdur á rørslu, kost og einsemi. Síðani greiðir Halldis Joensen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum frá tiltøkum í samband við alheims Alzheimerdagin, tann 21. Septembur 2016. Tað eina er… Les meira

PODAS – kanska nakað fyri teg

PODAS – kanska nakað fyri teg

PODAS Ekklesias tíðindi: Ynskir tú at fáa andaliga áfylling og avbjóðing, er PODAS kanska nakað fyri teg. PODAS er grikskt og merkir føtur. Jesus vaskaði føturnar hjá lærusveinum sínum og bað teir vaska hvør øðrum um føturnar. Ekklesias er eisini grikskt og merkir kirkju. PODAS skúlin er ætlaður at vera við til at byggja upp… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 19. sept. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 19. sept. 2016

Fyrst verður kunnað um Dunamis bíbliuskúlan, sum samkoman Filadelfia, Tórshavn, skipar fyri. Meira upplýsingar Filadelfia.fo. Síðani hava vit Ann Dahl Hansen í telefonini, sum greiðir frá tiltakinum Mathetes 2016, sum KFS skipar fyri – á facebook M’16!. – Mathetes 2016 er ein lega, sum verður í vikuskiftinum 23. til 25. septembur í Oasuni, Hoyvík, har… Les meira