Monthly Archives: august 2016

Stuttbylgjan mikudagin 31. aug. 2016

Stuttbylgjan mikudagin 31. aug. 2016

Evnið í samtaluni (Dánial og Poul Færø) er um at gróðurseta. Harrin hevur talað Orð sítt og gróðursett tað í okkum. Í hesum sambandi verður profeturin Mika umrøddur í 1. Kong. 22, har hann ávarar Kong Akab og Jósafat at fara í hernað saman, har Akab fellur. Eisini snýr samrøðan seg um Jósef og brøður hansara. Skriftbrot Róm. 11, 17-23 og Jóh. 1, 11-13.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan mánadagin 29. aug. 2016

Stuttbylgjan mánadagin 29. aug. 2016

Vit hoyra eitt brot úr samrøðu við Brødrene Nordstrand úr Noregi, um hvussu teir komu at kenna Jesus og hvat Gud hevur gjørt í teirra lívi. Teir hava saman við Brad White úr USA, havt konsertir í Føroyum í vikuskiftinum. Síðani tosa vit við tveir skúlanæmingar, Tamara Mneney og Ernu Magnussen, ið eru í starvsvenjing… Les meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 26. aug. 2016

Stuttbylgjan fríggjadagin 26. aug. 2016

Vit tosa við Absalon Østerø og hoyra um konsertir við bólkinum Brødrene Nordstrand úr Noregi, saman við Brad White úr USA. Fyrra konsertin verður í Tabor á Toftum í kvøld kl. 20:00. Hin konsertin verður í Kelduni, Skálafirði, sunnukvøldið kl. 20:00, har Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma, eisini luttaka. Ókeypis… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 24. aug. 2016

Stuttbylgjan mikudagin 24. aug. 2016

Gjøgnumgangandi evnið í samtaluni (Dánial og Poul Færø) er Guds kraft/máttur, sum foldar seg út í veikleika okkara, 2. Kor. 12, 7-10. Evnið er kveikt av eini hugleiðing, ið Poul Færø hevur lagt út á facebook: Um dagslok og dimmalætting. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður,… Les meira

Muffins mikukvøldið 24. aug. 2016

Muffins mikukvøldið 24. aug. 2016

Vit tosa um 17+ leguna‚ sum hevur verið í Nesvík og um Youth sum verður i Svøríki. Síðani hava vit vitjan av Ragnhard Petersen, har vit spyrja hann um skúlan, Sendiboð, sum verður í Nesvík. Vertir: Jonna Poulsen og Fróði Johannesen. Teknikari: Hans Terji Vestergaard Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður,… Les meira

Stuttbylgjan týsdagin 23. aug. 2016

Stuttbylgjan týsdagin 23. aug. 2016

Vit ringja til Rannvu í Royðutoft og hoyra um Aglowdagin, undir heitinum: Jesus í dagligdegnum, sum verður leygardagin 27. august 2016. Byrja verður kl. 10:00 í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn. Øll eru vælkomin, bæði kvinnur og menn. Pernille Liland og Anette Holt Larsen eru høvuðsluttakara. Skrá, tilmelding og upplýsingar um Aglowdagin sæst á facebook,… Les meira

Bøn á Tinghúsvøllinum

Bøn á Tinghúsvøllinum

Eins og í 2015, verður aftur í ár skipað fyri bønartiltaki á Tinghúsvøllinum. Tiltakið verður komandi leygardag 27 august kl. 13, og varir í ein góðan tíma. Eins og seinast er talan um eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin at møta upp og biðja fyri okkara landi og fólki. Sum tað stendur í 1.… Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 22. aug. 2016

Stuttbylgjan mánadagin 22. aug. 2016

Vit hoyra Pól Johannesen greiða frá Bíbliuskeiðinum, sum verður í Nesvík í døgunum frá 25. – 28. august 2016. Síðani hava vit vitjan av Reg Downey og Andreas Flensted, ið eru á konsertferð í Føroyum. Teir framføra fyrstu ferð í kvøld 22. august, kl. 20:00 í Filadelfia, Tórshavn. Konsertferðin heldur fram til sunnudagin 28. august.… Les meira

Hugnalig konsert í Kelduni 28. aug. kl. 20:00

Hugnalig konsert í Kelduni 28. aug. kl. 20:00

Komandi sunnukvøld, 28. aug kl 20, verður konsert í Kelduni í Skálafirði. Tey, sum syngja eru, Brødrene Nordstrand úr Noregi, Brad White úr USA, Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma. Brødrene Nordstrand er ein bólkur, sum hevur sungið í nógv ár, tað er tann sokallaði southern gospel tónleikurin teir eru kendir… Les meira