Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Vit hoyra um árligu ungdómsleguna, sum verður í Nesvík frá 8.-12. aug. 2016. Ringt verður til Jákup Justinussen, fyrireikara av leguni. Legan er fyri ung, 8.-10. flokk. Nógv ymist spennandi verður á skránni, m.a. fara Wilson og Grace Goeda úr Suðurafrika at undirvísa. Eisini verða lovsongsløtur, bønarrúm, kappingar, veitslukvøld o.a. Evnið fyri leguna er: “JESUS ER KLETTURIN”. Meira kunning á facebook: Ungdómslegan 2016. – Í døgunum 12.-14. aug. 2016 verður lega fyri 17+, har Wilson og Grace Goeda luttaka. – Manslega verður frá 16.-18. sept. 2016. Tilmelding til legurnar á: mission.fo.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Wilson og Grace Goeda

Skriva viðmerking