Stuttbylgjan mikudagin 20. juli 2016

Stuttbylgjan mikudagin 20. juli 2016

Samtalan millum Dánial og Poul Færø er kveikt úr Galatiabrævinum 5, 5: “Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um”. Um at lata okkum fylla av mátti Andans, fríaði frá verkum holdsins, soleiðis at øll menniskju eru líka fyri okkum, sum fyri Harranum. Hetta samantivnna við frásøgnina um tá Elias fór til Himmals. Elisa sá stórleikan, sum búði í Eliasi og vildi ikki skiljast frá honum, 2. Kong.kap. 2, har tað stendur í ørindi 9: “Táið teir vóru yvirum komnir, segði Elias við Elisa: “Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!” Elisa svaraði: “Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!””. Onnur skriftbrot: 2. Kor. 1, 3-4; 1. Jóh. 3, 1-19; 1. Jóh. 4, 1-3; Róm. 8,26.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking