Stuttbylgjan mánadagin 18. juli 2016

Stuttbylgjan mánadagin 18. juli 2016

Vit vitja í Suðuroynni og støkka inn á gólvi hjá Visit Suðuroy í Vági. Vit hitta kunningarleiðaran Heidi Kilgour. Kunningarstova er eisini á Tvøroyri. Heidi greiðir frá møguleikunum at ferðast í Suðuroy. Nevnir nøkur væl umtókt ferðamál, so sum nýggja 50 metra svimjihylin, Pálshøll, í Vági; Merkið – í kirkjuni í Fámjin; SALT siloina á Tvøroyri, sum tó ikki er heilt liðug enn o.a. Meira kunning á heimasíðuni: visitsuduroy.fo. Síðani er eitt orð at grunda yvir, úr Matt. 19, 16-26: “…..Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis. Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!”. Um at sleppa øllum hjá okkum sjálvum og fylgja Jesusi eftir – seta okkara álit á Jesus Kristus.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Smyril - 18-07-2016

Skriva viðmerking