Stuttbylgjan mánadagin 11. juli 2016

Stuttbylgjan mánadagin 11. juli 2016

Vit eru á summarlegu (Simbalegu) í Nesvík, har 4.-5. flokkur luttekur, (5.-9. juli). Vit tosa við Hjalmar Hansen, ið er høvuðsleiðari á leguni. Hjálmar greiðir frá umstøðum, fyrireikingum og hvussu legan gekk. Síðani hevur verturin Preben Hansen, eitt orð at grunda yvir. Hugleitt verður um Jesus í Getsemane, har dentur verður lagdur á orðini: “…verði ikki vilji Mín, men Tín!”. Umtalar eisini sjón/dreym Paulusar og kall hansara til Makedonia í Áp.kap. 16.

Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking