Monthly Archives: juli 2016

Muffins mikukvøldið 27. juli 2016

Muffins mikukvøldið 27. juli 2016

Í sendingini hesa ferð, tosa vit við Judit Kass. Judit hevur verið í Kambodja í sambandi við DLM (Dansk Luthersk Mission) í 10 mðr, har hon arbeiddi í einum barnagarði.

Vertir: Elisa Fríðfljóð Petersen og Marius Dam Vang. Teknikari: Dann Johannessen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Muffins 27 juli 2016 -  Elisa Fríðfljóð Petersen - Dann Johannessen - Judit Kass - Marius Dam Vang

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Stuttbylgjan fríggjadagin 22. juli 2016

Vit hoyra um árligu ungdómsleguna, sum verður í Nesvík frá 8.-12. aug. 2016. Ringt verður til Jákup Justinussen, fyrireikara av leguni. Legan er fyri ung, 8.-10. flokk. Nógv ymist spennandi verður á skránni, m.a. fara Wilson og Grace Goeda úr Suðurafrika at undirvísa. Eisini verða lovsongsløtur, bønarrúm, kappingar, veitslukvøld o.a. Evnið fyri leguna er: “JESUS… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 21. juli 2016

Stuttbylgjan hósdagin 21. juli 2016

Eivinn Bringsberg er í útvarpsstovni. Evnið er: Lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins. Lisið verður úr Jóh. 1, 29: “Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín, og segði: “Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!”. Eivinn tosar um syndaofri og brenniofri, sum mynda týdningin av fresluni. Gud vildi ofra alt – sín… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 20. juli 2016

Stuttbylgjan mikudagin 20. juli 2016

Samtalan millum Dánial og Poul Færø er kveikt úr Galatiabrævinum 5, 5: “Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um”. Um at lata okkum fylla av mátti Andans, fríaði frá verkum holdsins, soleiðis at øll menniskju eru líka fyri okkum, sum fyri Harranum. Hetta samantivnna við frásøgnina um tá… Les meira

Stuttbylgjan týsdagin 19. juli 2016

Stuttbylgjan týsdagin 19. juli 2016

Gestur í sendingini er Johann Petersen, ungdómsleiðari í Ebenezer. Evnið er: “Torførir spurningar úr Bíbliuni”. Hetta hevur verið frammi á ungdómsmøtum í Ebenezer, har ung hava sett spurningar og samtala um ymist, sum hevur teirra áhuga og sum upptekur tey í gerandisdegnum, t.d. um kristindóm, Guds vilja, átrúnað o.a. Síðani er orðið at grunda yvir;… Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 18. juli 2016

Stuttbylgjan mánadagin 18. juli 2016

Vit vitja í Suðuroynni og støkka inn á gólvi hjá Visit Suðuroy í Vági. Vit hitta kunningarleiðaran Heidi Kilgour. Kunningarstova er eisini á Tvøroyri. Heidi greiðir frá møguleikunum at ferðast í Suðuroy. Nevnir nøkur væl umtókt ferðamál, so sum nýggja 50 metra svimjihylin, Pálshøll, í Vági; Merkið – í kirkjuni í Fámjin; SALT siloina á… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 14. juli 2016

Stuttbylgjan hósdagin 14. juli 2016

Albin Johannesen er í útvarpsstovni. Evnið er um krossin. Lisið verður úr 1. Kor. 1, 17-25. Hugleitt verður í trimum brotum. Fyrst um krossin og vanvirðingina, at verða hongdur á ein kross og tað bannið, ið krossurin hevði við sær. Gal. 3, 13; Gal. 6, 14. Síðani hvat hendir við krossin. Har fáa vit rættvísgering,… Les meira

Muffins mikukvøldið 13. juli 2016

Muffins mikukvøldið 13. juli 2016

I sendingini hesaferð hava vit ikki nakað bestemt á skránni. Vit burturlutað eitt gávukort á kr. 200 frá Rafik’sa á Glyvrum. Fólk kunnu skriva inn og so eru tey við í lutakastinum um vinningin. Annars tosa vit bara um leyst og fast – m.a. um hvussu Fróði kom til frelsuna – og síðani ramsaðu vit… Les meira

Stuttbylgjan týsdagin 12. juli 2016

Stuttbylgjan týsdagin 12. juli 2016

Gestur í sendingini er Hjalgrím Davidsen. Evnið er: “Tann persónligi vitnisburðurin – er hann við at fjara út”. Hjalgrím lesur og umtalar Kornelius í Áp.kap. 10. Fortelur sín persónliga vitnisburð og um hendingar í egnum lívið og upplivingar, hvussu tað er at verða doyptur av Heilaga Andanum. Til seinast er orð at grunda yvir, um… Les meira

Stuttbylgjan mánadagin 11. juli 2016

Stuttbylgjan mánadagin 11. juli 2016

Vit eru á summarlegu (Simbalegu) í Nesvík, har 4.-5. flokkur luttekur, (5.-9. juli). Vit tosa við Hjalmar Hansen, ið er høvuðsleiðari á leguni. Hjálmar greiðir frá umstøðum, fyrireikingum og hvussu legan gekk. Síðani hevur verturin Preben Hansen, eitt orð at grunda yvir. Hugleitt verður um Jesus í Getsemane, har dentur verður lagdur á orðini: “…verði… Les meira