Monthly Archives: mai 2016

Evnisdagur um Vreiði 28. mai 2016

Evnisdagur um Vreiði 28. mai 2016

Vreiði – ein trupul og týdningarmikil kensla ljóðar yvirskriftin. Evnisdagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn, leygardagin 28. mai 2016. Skráin fyri evnisdagin er hendan: kl.13.00-15.00: Vreiði í Bíbliuni, upprunin til vreiði, hvussu vreiði virkar – kl.15.00: Kaffisteðgur – kl.15.45-18.00: Atburður og handfaring av vreiði. – Luttøkugjaldið er 300 kr, sum verður goldið kontant við… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. mai 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. mai 2016

Fyrstu gestirnir eru Tummas Jacobsen, Sanna Delgado og Hallur av Kák. Greitt verður frá eini stevnu í Filadelfia, Tórshavn, komandi vikuskifti, 27.-29. Mai 2016: Ignition 2016 – við Eastgate Church úr London. Nærri kunning um skrá og tilmelding sæst á heimasíðuni: Filadelfia.fo. Í sendingini hoyra vit tveir live sangir við Sannu Delgado og Hallur av… Les meira

Profetisk undirvísing á Soli Deo Gloria

Profetisk undirvísing á Soli Deo Gloria

Leygardagarnar 21. og 28. mai, 2016, kl. 10-12 og 13:30-16, verður undirvíst í tí profetiska á Soli Deo Gloria, Klaksvík. Heidi Jørgensen og Caressa Vant Veer frá IABC (International Apostolic Bible College) frá Kolding, Danmark, undirvísa. Undirvísingin verður deild upp í tveir bólkar, har annar bólkurin fær grundleggjandi undirvísing og hin bólkurin fær eina víðkaða… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 19. mai 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 19. mai 2016

Gestur í sendingini er Pól Johannesen, trúboðari, sum við konu og børnum býr í Klaksvík. Á byrja við hoyra vit Pól greiða frá gleðini og møguleikanum at koma út í náttúruna, m.a. at ganga fjøllini og alt tað sum tí tilhoyrir. Síðani kemur samtalan inn á hansara uppruna – góðu og ríku barnaár í Hvannasundi… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mai 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 19. mai 2016

Vit hoyra fyrst Torkil Mørkøre greiða frá, um eina konsert við Betesdakórinum, sum verður í Betesda leygarkvøldið tann 21. mai kl. 21.00. Á skránni verður kórsangur, felagssangur, stutt Orð o.a. Hugnaløta við drekkamunni verður aftaná. Øll eru vælkomin. Síðani er Jónfríða Justesen gestur, har greitt verður frá um profetiska undirvísing í Soli Deo Gloria, Klaksvík,… Les meira

Muffins mikukvøldið 18. mai 2016

Muffins mikukvøldið 18. mai 2016

Í sendingini tosa vit um mangt og hvat! Heri hevur eina stutta andakt/vitnisburð um hvítusunnu. Heðin er komin við sum nýggjur vertur, so hann verður presenteraður. Annars verður bara tosa um leyst og fast, og spældur góður tónleikur. Vertir: Heri Danielsen, Maria Petersen og Heðin Nielsen. Teknikari: Hans Terji Vestergaard Lurta eftir sendingini her Um… Les meira

MBF 35 ár

MBF 35 ár

Í ár eru liðin 35 ár síðani MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, var sett á stovn. Í tí sambandi verður skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum “Lívið hevur litir” fríggjadagin 20. mai. Skráin er fjølbroytt, við m.a. fyrilestrum, tónleiki, bókaframløgu o.ø. Meira kunning sæst á heimasíðuni: mbf.fo Les meira

Sangløta í Betesda

Sangløta í Betesda

Sangløta verðurí Betesda við Betesdakórinum leygarkvøldið 21. mai 2016, kl. 21:00. Tað verður kórsangur, felagssangur og stuttur boðskapur. Aftaná er hugnaløta við drekkamunni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kunning: Betesda.fo Les meira

Lívgandi løta í Ebenezer 27. mai, kl. 15:00

Lívgandi løta í Ebenezer 27. mai, kl. 15:00

Fríggjadagin, 27. mai 2016, verður skipað fyri tiltakinum ‘Lívgandi løta fyri sál og sinni’, í Ebenezer, Tórshavn. Løtan, sum verður frá kl. 15 til kl. 17, er ætlað øllum, ið kenna tørv á lættari løtu við lívgandi sangi og trúarstimbrandi boðskapi. Maria Andreasen Hentze og Blátt Gras fara at syngja. Eisini verður felagssagnur og samvera… Les meira