Á Bylgjulongd mánadagin 30. mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mai 2016

Vit tosa fyrst við Ruth Gaardlykke, um eitt tiltak, sum verður í Hebron á Argjum, týskvøldið 31. mai 2016, kl. 19:00 um evangelisering. Tosa og lært verður um háttir, frábrigdir, umstøður o.a. tá ið evangeliið verður boða. T.d. verður spurt: Kann Gud brúka meg? Eg ynski at vera við til at geva ferðafólkum traktatir, men eg dugi ikki, og tori ikki! Hvussu kann eg fortelja øðrum, um frelsuna? Eg føli at eg dugi ikki, og tori ikki at tosa um Jesus… Eitt gott høvi at læra meira um evangelisering og at læra at brúka Evangecube, at geva traktatir o.a. ØLL eru vælkomin. Síðani ringja vit til Poul Johan Djurhuus, fyriskipara av Bíbliu- og tónleikaraferðini til Hirtshals við Norrønu. Farið verður av Havnini 17. juni kl.03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl.12.30 og farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl.22.30. Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni – og at hyggja inn á gólvi á Malta. Fleiri bíbliutímar og sangløtur verða umborð. Við í ferðalagnum verða m.a. M.C. Restorff, Svein í Prestgarði, Jóannes S Hansen, Páll á Lakjuni, Poul Jóhan Djurhuus og Hjørleif Vang. Hesir koma ávíkavist at hava ábyrgdina av tónleikinum/sangløtunum og bíbliutímunum. Hetta er ein ferð fyri øll, sum hava hug at koma við. Meira kunning og upplýsingar fáast frá Poul Johan Djurhuus tlf. 748314. Til seinast er Kurt Christensen, Bornholm, í útvarpsstovuni, har evnið er bøn, har dentur verður lagdur á bønina, sum Jesus lærdi okkum: Faðir vár….

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking