Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mai 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mai 2016

Byrja verður við samrøðu við Annu Nesá, í samband við eitt skeið ella evnisdag, sum verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn, leygardagin 28. mai 2016. har evnið er Vreiði – ein trupul og týdningarmikil kensla. Tað er Agape í Føroyum, sum skipar fyri, har royndi danski psykologurin Ole Rabjerg kemur at læra í Bíbliskum høpi. Hann er psykologur hjá Agape Danmark. Nærri kunning fæst á facebook síðuni hjá Agabe Føroyar. Eisini á: meinigheit.fo. Vit hoyra eisini tvær samrøður í samband við konsertina hjá Planetshakers, sum varð í Kelduni 18. Mai 2016. Fyrra samrøðan er við Josh Ham, bassleikara hjá PlanetShakers og seinna samrøðan er við Vinjard Johansen, ein av fyriskiparum av konsertini. Annað í sendingini er um JIMMIA tiltakið, sum verður 28. Mai 2016 í Hoyvíkshøllni, til frama fyri trúboðan í Kenya. Eisini um eitt tiltak í Ebenezer 27. mai 2016, undir heitinum ‘Lívgandi løta fyri sál og sinni’.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking