Ovin í Føroyum

Ovin í Føroyum

Ovin Klein Olsen er í Føroyum og vitjar í løtuni. Við hetta høvi luttekur hann á møtum við sangi. Hetta er at lesa á sandportal.fo. Mikukvøldið 1. juni kl. 19:00, verður sangmøti við Ovin Klein Olsen í Kelduni, í lítla sali. Ovin Klein Olsen hevur givið fleiri nýggjar fløgur út í seinastuni. Tað er í hesum sambandi at sangmøti verður. Ovin Klein Olsen kemur somuleiðis at luttaka við sangi á møtinum sunnudagin 5. juni, kl. 18:00 í Missiónshúsinum í Hvalvík, har Alfred Olsen talar. Møguleiki verður at keypa fløgurnar, sum Ovin hevur givið út. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kunning: kristin.fo

Skriva viðmerking