Á Bylgjulongd mánadagin 23. mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mai 2016

Fyrsti gesturin er Jógvan Zachariassen. Hann greiðir frá, nýggju bókini, hann hevur skrivað: “Gjøgnum nálareygað – Myndamál Jesusar”. Jesus nýtti myndamál, sum øll kendu, fortaldi søgur, sum hóskaðu til umstøðurnar, og lærdi sannleikar, sum ein og hvør kundi taka til sín og akta. Í bókini útgreinar Jógvan hvørt líknilsi og vísir á, at enn í dag eru líknilsi Jesusar kend um allan heim og hann hjálpir lesaranum at skilja djúpu, ríku og lívsumbroytandi sannleikarnar í einfaldu søgunum. Jógvan hevur heimasíðuna: jogvanz.org
Síðani eru Birgit og Svenning á Lofti í útvarpsstovuni, Tey greiða frá tiltakinum: “Lívgandi løta fyri sál og sinni”, sum verður í Ebenezer, fríggjadagin 27. mai, frá kl. 15:00 – 17:00. Løtan er ætlað øllum, ið kenna tørv á lættari løtu við lívgandi sangi og trúarstimbrandi boðskapi. Eisini verður samvera við drekkamunni. Øll eru vælkomin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking