Hoyr og lær um evangelisering

Hoyr og lær um evangelisering

Týskvøldið 31. mai 2016, kl. 19:00 verður í Hebron á Argjum, bjóða til eitt tiltak, um at evangelisera. Tosa verður um háttir, frábrigdir, umstøður o.a. tá ið evangeliið verður boða. M.a. Kann Gud brúka meg? Eg ynski at vera við til at geva ferðafólkum traktatir, men eg dugi ikki, og tori ikki! Hvussu kann eg fortelja øðrum, um frelsuna? Eg føli at eg dugi ikki, og tori ikki at tosa um Jesus… Kom og lær meir um evangelisering. Lær at brúka Evangecube, at geva traktatir o.a. ØLL eru hjartaliga vælkomin. Meira kunning á facebook, hjá fyriskiparinum Ruth Gaardlykke ella við at ringja til Ruth á tlf. 519090.

Skriva viðmerking