Stevna í Filadelfia, Tórshavn, 27.-29. mai 2016

Stevna í Filadelfia, Tórshavn, 27.-29. mai 2016

Samkoman Filadelfia, Tórshavn, skipar fyri eini stevnu vikuskifti 27.-29. mai 2016: Ignition 2016 – við Eastgate Church úr London. Sagt verður á facebook síðuni hjá samkomuni Filadelfia: “Himmalski Faðir okkara ynskir at skapa í okkum íðinskap, til at breiða út Hansara ríki her á jørð. Hann hevur eina ætlan við okkara lívi, eina góða, dámliga og fullkomna ætlan. Og Hann hevur givið okkum Sína kraft til at gleðast í Heilaga Andanum. Vit bjóða tær til eitt vikuskifti við upplívgan, virkni og tráan eftir at liva í nærveru Guds hvønn dag.” Nærri kunning um stevnuna, skránna og tilmeldingina sæst á heimasíðuni: Filadelfia.fo.

Skriva viðmerking