JIMMIA tiltak í Hoyvíks- høllini, 28. mai 2016

JIMMIA tiltak í Hoyvíks- høllini, 28. mai 2016

Tiltakið verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 28. mai 2016, frá kl. 10:00 til 16:00, til frama fyri felagsskapin JIMMIA. Tað eru hjúnini Jimmi og Mia Jacobsen Kagotho, sum virka sum trúboðara í Kenya, ið skipa fyri tiltakinum. Felagsskapurin hevur eitt kvinnuheim í Kenya og hjálpir kvinnum í umhvørvinum har um leiðir á ein hvønn hátt. Ymist verður á skránni í Hoyvíkshøllini. Har verður m.a. kaffisøla og søla av tingum, sum kvinnur úr Kenya hava gjørt. Eisini verða myndir frá arbeiðinum vístar. Samstundis verður høvi at kunnað seg um felagsskapin JIMMIA og arbeiði annars, sum er vorði meira umfatandi – har hvør króna gerð mun. Tey sum ynskja meira kunning á alnótini, nýtast ikki at hava facebook fyri at koma inn á síðuna hjá teimum. Til ber at skriva: facebook.com/jimmia.org – og har er ymist at fáa at vita, eitt nú myndir, videobrot og aðrir upplýsingar t.d. hvussu til ber at stuðla (kontonummar: 9181-379.159,0) – og annars hvat tey arbeiða við. Eisini ber til at fáa samband við Miu og Jimmi á telduposti: info@jimmia.org ella á facebook síðuni: Jimmia Organization ella við at ringja til Miu á tlf. 505082.

Skriva viðmerking