Monthly Archives: mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 30. mai 2016

Vit tosa fyrst við Ruth Gaardlykke, um eitt tiltak, sum verður í Hebron á Argjum, týskvøldið 31. mai 2016, kl. 19:00 um evangelisering. Tosa og lært verður um háttir, frábrigdir, umstøður o.a. tá ið evangeliið verður boða. T.d. verður spurt: Kann Gud brúka meg? Eg ynski at vera við til at geva ferðafólkum traktatir, men eg dugi ikki, og tori ikki! Hvussu kann eg fortelja øðrum, um frelsuna? Eg føli at eg dugi ikki, og tori ikki at tosa um Jesus… Eitt gott høvi at læra meira um evangelisering og at læra at brúka Evangecube, at geva traktatir o.a. ØLL eru vælkomin. Síðani ringja vit til Poul Johan Djurhuus, fyriskipara av Bíbliu- og tónleikaraferðini til Hirtshals við Norrønu. Farið verður av Havnini 17. juni kl.03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl.12.30 og farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl.22.30. Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni – og at hyggja inn á gólvi á Malta. Fleiri bíbliutímar og sangløtur verða umborð. Við í ferðalagnum verða m.a. M.C. Restorff, Svein í Prestgarði, Jóannes S Hansen, Páll á Lakjuni, Poul Jóhan Djurhuus og Hjørleif Vang. Hesir koma ávíkavist at hava ábyrgdina av tónleikinum/sangløtunum og bíbliutímunum. Hetta er ein ferð fyri øll, sum hava hug at koma við. Meira kunning og upplýsingar fáast frá Poul Johan Djurhuus tlf. 748314. Til seinast er Kurt Christensen, Bornholm, í útvarpsstovuni, har evnið er bøn, har dentur verður lagdur á bønina, sum Jesus lærdi okkum: Faðir vár….

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mai 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. mai 2016

Byrja verður við samrøðu við Annu Nesá, í samband við eitt skeið ella evnisdag, sum verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn, leygardagin 28. mai 2016. har evnið er Vreiði – ein trupul og týdningarmikil kensla. Tað er Agape í Føroyum, sum skipar fyri, har royndi danski psykologurin Ole Rabjerg kemur at læra í Bíbliskum høpi.… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mai 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 26. mai 2016

Fyrst í sendingini eru tríggjir gestir. Tað eru Jónfríða Justesen, frá Soli Deo Gloria, Klaksvík, Heidi Jørgensen, undirvísari frá IABC (International Apostolic Bible College), Kolding, Danmark og Miriam Frederiksen, næmingur á IABC. Hetta er í samband við at eitt toymi frá IABC er á vitjan, har m.a. greitt verður frá um profetiska undirvísing, sum verður… Les meira

Muffins mikukvøldið 25. mai 2016

Muffins mikukvøldið 25. mai 2016

Í sendingini hesaferð greiðir Dann Johannesen frá um Teen Street, sum verður nú í summar, og Maria Petersen greiðir frá um Transform. Eisini varð tosa um konsertina, ella lovsangsløtuna, við Planetshakers, sum var í Kelduni, mikukvøldið 18. mai 2016. Vertir: Elisa Fríðfljóð Petersen, Maria Petersen. Teknikari: Dann Johannessen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt… Les meira

Ovin í Føroyum

Ovin í Føroyum

Ovin Klein Olsen er í Føroyum og vitjar í løtuni. Við hetta høvi luttekur hann á møtum við sangi. Hetta er at lesa á sandportal.fo. Mikukvøldið 1. juni kl. 19:00, verður sangmøti við Ovin Klein Olsen í Kelduni, í lítla sali. Ovin Klein Olsen hevur givið fleiri nýggjar fløgur út í seinastuni. Tað er í… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 23. mai 2016

Fyrsti gesturin er Jógvan Zachariassen. Hann greiðir frá, nýggju bókini, hann hevur skrivað: “Gjøgnum nálareygað – Myndamál Jesusar”. Jesus nýtti myndamál, sum øll kendu, fortaldi søgur, sum hóskaðu til umstøðurnar, og lærdi sannleikar, sum ein og hvør kundi taka til sín og akta. Í bókini útgreinar Jógvan hvørt líknilsi og vísir á, at enn í… Les meira

Stevna í Filadelfia, Tórshavn, 27.-29. mai 2016

Stevna í Filadelfia, Tórshavn, 27.-29. mai 2016

Samkoman Filadelfia, Tórshavn, skipar fyri eini stevnu vikuskifti 27.-29. mai 2016: Ignition 2016 – við Eastgate Church úr London. Sagt verður á facebook síðuni hjá samkomuni Filadelfia: “Himmalski Faðir okkara ynskir at skapa í okkum íðinskap, til at breiða út Hansara ríki her á jørð. Hann hevur eina ætlan við okkara lívi, eina góða, dámliga… Les meira

JIMMIA tiltak í Hoyvíks- høllini, 28. mai 2016

JIMMIA tiltak í Hoyvíks- høllini, 28. mai 2016

Tiltakið verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 28. mai 2016, frá kl. 10:00 til 16:00, til frama fyri felagsskapin JIMMIA. Tað eru hjúnini Jimmi og Mia Jacobsen Kagotho, sum virka sum trúboðara í Kenya, ið skipa fyri tiltakinum. Felagsskapurin hevur eitt kvinnuheim í Kenya og hjálpir kvinnum í umhvørvinum har um leiðir á ein hvønn hátt. Ymist… Les meira

Hoyr og lær um evangelisering

Hoyr og lær um evangelisering

Týskvøldið 31. mai 2016, kl. 19:00 verður í Hebron á Argjum, bjóða til eitt tiltak, um at evangelisera. Tosa verður um háttir, frábrigdir, umstøður o.a. tá ið evangeliið verður boða. M.a. Kann Gud brúka meg? Eg ynski at vera við til at geva ferðafólkum traktatir, men eg dugi ikki, og tori ikki! Hvussu kann eg… Les meira