Monthly Archives: apríl 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apr. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apr. 2016

Vit hoyra um eitt tiltak, sum skipað verður fyri í Kelduni í Skálafyrði í kvøld kl. 20:00. Vit tosa við Mariu Petersen, sum greiðir frá tiltakinum “Vit eru systkin”, har nógv ymist verður á skránni, har ymiskar samkomur fara at luttaka og hava innsløg. Har verður vitnisburður, lovsangur, dramastykkir o.a. Til ber at fara inná facebook og dáma facebook bólkin “Vit eru systkin” har javnan verður lýst við ymiskum tiltøkum. Síðani hava vit vitjan av M.C. Restorff, um eina sending við nógvum pørtum, ið hann fer at hava í Lindini komandi tíðina undir heitinum: Havið sang yvir mær. Talan er um brot úr sjómanssendingini Vitin, sum byrjaði í Lindini um somu tíð sum Lindin byrjaði at senda, fyri 16 árum síðani.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 28. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 28. apr. 2016

Vit hoyra um Landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringinum, sum verður í Nesvík, vikuskifti 6.- 8. Mai 2016. Kunning um landsstevnuna fæst á heimasíðuni: www.mission.fo – vel SJÓMANSMISSIÓN og so facebook profilin longur niðri á síðuni, har myndir, filmsbrot og annað tilfar verður deilt – og har skráin fyri Landsstevnuna eisini sæst. Til ber eisini at ringja til… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 28. apr. 2016

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 28. apr. 2016

Frá einari framúr Awake stevnu í Keypmannahavn Bill Johnsson, Randy Clark, Tom Jones, Reinhard Boonke, Leif Hetland, Marcello Diaz, Jarle Tangstad, Heidi Baker, Sven Axel Conrad – óivað veitst tú ikki tað nógva um hesi. Nøkur teirra upplivdu vit farna vikuskiftið 22.-24 apríl 2016, onnur hoyra vit um og siga vit frá nógvum spennandi, sum… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 27. apr. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 27. apr. 2016

Dánial lesur úr Jóh.kap. 6 og 7 og tosar um mótsetningarnar – lógin øðrumegin og náðin í Jesusi hinumegin. Lógin krevur, meðan Jesus gevur. Tá Jesus kom í heimin lat Hann hurðina aftur, til tað sum hevði við lógina at gera og hurðina upp til tað, sum hevur við náðina og trúnna at gera. Síðani… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Í dag er Heilsuhornið á skránni. Prátað verður við Halldis Joensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, sum greiðir frá demens og Alzheimer sjúkuni. Eisini um at felagið hevur fingið pening til vega, til eina granskingarverkætlan innanfyri økið. Alzheimerfelagið hevur aðalfund mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm. M.a. fer stjørnuskotið innan demens í Danmark, May Bjerre,… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Vit hoyra um felagskapin KRIS og um ráðstevnuna um kynsligan ágang, sum verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. Apríl 2016. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram við at fara inn á heimasíðuna www.kris.fo og trýsta á RÁÐSTEVNAN: SKRÁ OG TILMELDING. Gestur í sendingini er Gvøðbjørg West, dagligur leiðari og ráðgevi hjá KRIS. Gvøðbjørg greiðir frá arbeiðinum hjá… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Dánial lesur Luk. 18, 9-14 og Mark 10, 13-27 og hugleiðir um tørvin at sleppa sær sjálvum og egnari rættvísi – og um at taka ímóti ríki Guds og seta álit sítt á Jesus. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina og heldur fram við hesum at liva í trúgv og um Anda vísdóms og… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit um Barnabata. Vit hoyra um hvussu felagsskapurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum og hvat felagsskapurin virkar fyri. Gestur í útvarpsstovuni er aðalskrivarin Djóni Eidesgaard. Meira kunning fæst á heimasíðuni: barnabati.fo. Síðani er Hertha Johannesen í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá sínum lívi við etingarólagi og hvussu hon upplivdi Gud og bleiv… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apr. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 18. apr. 2016

Vit hoyra nógv um TeenStreet 2016 í sendingini. Í útvarpsstovuni eru umboð fyri leiðsluna hjá TeenStreet í Føroyum. Tey eru Elisabeth Christiansen, Randi og Símun J. Hansen. TeenStreet legan verður frá 28. Juli til 3. August 2016. Legugjaldið er eitt sindur ymist, í mun til luttakaran. Fyri vanliga TeenStreet luttakaran er kostnaðurin 2.100 kr. Fyri… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apr. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. apr. 2016

Fyrst tosa vit við Øssur Kjølbro, aðalskrivara hjá Heimamissiónini. Øssur greiðir frá um Ársmøti, 15.-17. Apríl 2016, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík. Leygarmorgunin byrjar við pallborðsfundi við evninum “Sunn veking”. Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti við talu, sangi og frásøgn frá Sat-7 Kids. Tað er… Les meira