Á Bylgjulongd hósdagin 31. mars 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 31. mars 2016

Fyrst í sendingini tosa vit við Annu Viðstein um Aglow í Norðoyggum og í síni heild í Føroyum. Anna nevnir um eitt tiltak í Libanon í Sørvági nú leygardagin 2. Apr. 2016. Anna lesur søguna: Gud arbeiðir og Susi. Síðani kunnar Maria Mørkøre um eitt tiltak, undir heitinum: PIT-STOP fyri hjún, sum verður á Hotel Skálavík, vikuskifti 29. Apr – 1. Mai. 2016, ið Eindin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini skipar fyri. Tilber at tekna seg hjá Sólrun Foldbo, tlf. 56 23 94 ella teldupost: solrunfoldbo@hotmail.com ella á Mission.fo. Kostnaður kr. 3,000. Seinast í sendingini hoyra vit Kristian Hansen umrøða Opinberingina, ið hann hevur undirvíst í vetur.

Vertur: Maria Mørkøre – Teknikari: Jógvan Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Eindin - familja í missión

Skriva viðmerking